Jana Mittún og liðfelagar hennara í Viborg hava farnu tveir dagarnar spælt tveir undankappingardystir í øðrum undanumfarinum í EHF European League móti grikska liðnum, AEK Athen.
Báðir dystirnir vóru spældir í BIO Circ Arena í Viborg.
Ígjár vann Viborg 42-24 (19-11) á AEK Athen, og í dag vann Viborg 30-17 (16-6) á AEK Athen.
Jana skoraði seks mál. Trý í fyrra dystinum og trý í seinna dystinum.
Mikukvøldið klokkan 19 verður føroyingauppgerð í BIO Circ Arena. Tá tekur Viborg móti liðnum hjá Maritu Mortensen, Nykøbing-Falster.