info
Ongi úrslit

Petur Knudsen var besti leikarin í september og oktober

Annan mánaðin á rað fór Petur Knudsen við heiðrinum

Feðgarnir, Jens Martin og Petur Knudsen - Mynd: Hans Erik Danielsen
Heri Á. Simonsen
11. november 2026 kl. 17:05

Hetta hevur verið eitt framúr kappingarár hjá Peturi Knudsen.

Nú er enn ein heiður komin til høldar.

FSF skrivar:

- Annan mánaðin á rað fór Petur Knudsen úr NSÍ avstað við heiðrinum sum besti spælari í Meistaradeildini hjá monnum

——————

Eftir eitt framúr kappingarár hevur Petur Knudsen enn einaferð fingið viðurkenning fyri avrikini á vøllinum. Mánakvøldið, undan landsliðsvenjingini á Tórsvølli, varð hann kosin besti spælari í Meistaradeildini hjá monnum fyri septembur og oktobur.

Petur varð eisini valdur besti spælari í august. Harumframt skoraði hann í avgerandi FM-dystinum í næstsíðsta umfari, tá NSÍ tryggjaði sær meistaraheitið, og endaði samstundis kappingarárið sum toppskorari í landskappingini.

– Hetta hevur verið eitt framúr gott kappingarár, og at enda upp á hendan mátan er fantastiskt, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var pápin, landsliðslegendan Jens Martin Knudsen, sum handaði Peturi heiðurin saman við gávubrævi frá Bygma Balslev og einari heiðursplátu frá Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt Petur Knudsen vóru eisini liðfelagarnir Daniel Obbekjær og Viljormur Davidsen tilnevndir til heiðurin sum besti spælarin í september og oktober. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

18 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

HB hevur keypt danskan miðverja

15 minuttir síðan
Tíðindi

Vegaábøtur til Oynd­ar­fjarð­ar og Hell­ur­nar mett­ar at kosta 69 milliónir

45 minuttir síðan
Tíðindi

Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin

58 minuttir síðan
Tíðindi

Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp

1 tími síðan
Tíðindi

Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

2 tímar síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

4 tímar síðan