info
Ongi úrslit

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

Nanný J. Toftegaard
11. november 2026 kl. 15:15

Varandi Vinna hevur saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini skipað fyri skeiðinum, sum hevur til endamáls at geva starvsfólkum vitan og amboð til at betra um burturkastskiljing og endurvinning á arbeiðsplássum.

Skeiðið hevur verið skipað yvir sjey vikur við vitjanum hjá IRF á Hagaleiti og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Luttakararnir hava fingið innlit í, hvussu burturkast verður handfarið, hvat hendir við tí, sum verður latið til endurvinning, og hví tað hevur týdning at skilja rætt.

Millum skeiðsdagarnar hava luttakararnir arbeitt við ítøkiligum átøkum fyri at betra um burturkastskiljingina á sínum egnu arbeiðsplássum.

- Vit fegnast um góðu undirtøkuna. Tað vísir, at fyritøkur vilja taka ábyrgd og gerast betri til at skilja burturkast. Tað hevur serliga stóran týdning, at luttakararnir kunnu taka vitanina við sær aftur á arbeiðsplássið og gera ítøkiligar broytingar, sigur Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum.

Vinnan hevur ein týðandi leiklut
Árliga hava vit umleið 64.000 tons av burturkasti í Føroyum, og 57 prosent av hesum stava frá vinnuni. Tí hevur vinnan stóran týdning, um vit skulu gerast betri til at skilja burturkast og gagnnýta tilfeingið.

Vónin er, at nýggju burturkastambassadørarnir kunnu vera við til at skapa størri tilvit um burturkastskiljing og fáa varandi broytingar í lag á sínum arbeiðsplássum.

Um áhugi er fyri tí, verður skipað fyri einum líknandi skeiði í 2027. Tey, sum hava áhuga, kunnu longu nú skriva seg upp:

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

17 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

0 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

50 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

1 tími síðan
Tíðindi

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Elias er valdur á vikuliðið hjá EHF

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Allir skúlar í Portugal steingja vegna illveður

4 tímar síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar komm­unur um­hugsa fel­ags inte­gra­tións­sam­skipara

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil hava verjuverkætlan til Keypmannahavnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vind­myllur set­ast upp í Kliva­løks­haga

5 tímar síðan