info
Ongi úrslit

Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin

Aldubáran og Jákup Dahl framføra barnasøguna hjá Edwardi Fuglø við tónleiki eftir Páll Sólstein.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 16:30

Sunnudagin 15. november verða tvær barnakonsertir við Vampýrellu á skránni. Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 14.00, og tann seinna verður í Varpinum í Klaksvík klokkan 16.30.

Jákup Dahl sigur søguna, Aldubáran spælir tónleikin, sum Páll Sólstein hevur skrivað, og myndirnar, ið Edward Fuglø hevur gjørt til bókina, verða vístar undir framførsluni.

Søgan snýr seg um Ellu, sum er um at gerast tannáringur. Beiggjarnir Karl og Knút undrast á, hvussu nógv systirin broytist. So nógv, at teir fara at ivast í, um hon er ein vampýrur.

Vampýrella er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og Páll Sólstein. Tey hava áður samstarvað um Janus er ein stjørna og Poetikus.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

18 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp

51 minuttir síðan
Tíðindi

Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv

55 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú fer Fríði at spæla á Argjum

58 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

1 tími síðan
Tíðindi

Tónlistaskúlin á konsertferð

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Elias er valdur á vikuliðið hjá EHF

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

4 tímar síðan
Tíðindi

Allir skúlar í Portugal steingja vegna illveður

5 tímar síðan