info
Ongi úrslit

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

Bjørt Óladóttir Joensen hevur saman við einum starvsfelaga fingið The Bright Idea Early-Stage Award 2026 fyri eina nýskapandi tøkniliga loysn, sum kann gera framleiðsluna av serligum evnafrøðiligum evnum bæði bíligari og meira umhvørvisvinarliga. Virðislønin er 250.000 danskar krónur

Á myndini eru frá vinstru: Nicolai J. Dahl, Bjørt Óladóttir Joensen og Asger Wildenschild
Nanný J. Toftegaard
11. november 2026 kl. 13:30

Føroyska Bjørt Óladóttir Joensen, sum er granskari á Danmarks Tekniske Universitet (DTU), hevur saman við Christian Bach Lundgaard fingið virðislønina The Bright Idea Early-Stage Award 2026. Virðislønin varð handað á Digital Tech Summit í Keypmannahavn 4. november.

Granskingarráðið skrivar, at tey eru bæði VPX Fellows og hava ment hugskotið Nobracat Isotopes, sum snýr seg um burðardygga og kostnaðareffektiva framleiðslu av isotopmerktum evnafrøðiligum evnum.

Nýggj tøkni kann gera serliga evnafrøðiliga framleiðslu grønari

Við nýggju tøknini ber til at framleiða sokallað deutererað evni munandi bíligari og meira umhvørvisvinarliga enn við verandi framleiðsluháttum.

Deutererað evni eru serlig evnafrøðilig evni, har vanligt vetni er skift út við deuterium, sum er ein tyngri isotopur av vetni. Hesi evni hava nógvar nýtslumøguleikar í gransking og ídnaði.

Marknaðurin fyri hesi evni er í dag merktur av høgum prísum, avmarkaðum útboði og longum veitingartíðum. Nýggja tøknin kann vera við til at loysa hesar avbjóðingar.

Dómsnevndin metti, at hugskotið hevur stórar vinnuligar møguleikar og gerast grundarlag undir eini nýggjari fyritøku, sum kann geva Danmark eina sterka altjóða støðu á økinum.

Enn ein føroyingur millum finalistarnar

Ein annar føroyingur, Julian Lava, var eisini millum finalistarnar til The Bright Idea Early-Stage Award.

Hann var partur av einum granskingartoymi á DTU saman við Katrine Qvortrup, Jan Jakob Holm-Weber og Katrine Maarlev. Tey vóru tilnevnd fyri verkætlanina Light-Activated Indigo Dyeing for Low Impact Fashion, sum snýr seg um at menna ein meira burðardyggan hátt at lita tekstilir við indigo.

Toymið fekk 20.000 danskar krónur sum viðurkenning fyri hugskotið.

Virðislønir fyri nýskapandi hugskot

The Bright Idea Award verður latin av Otto Mønsteds Fond, sum stuðlar granskarum og íverksetarum í at menna nýggj tøknilig hugskot til loysnir og fyritøkur við vinnuligum potentiali.

Virðislønin varð í ár latin fyri áttandu ferð. Tvær høvuðsvirðislønir á 250.000 krónur vórðu latnar, ein til hugskot á byrjanarstigi (Early-Stage) og ein til hugskot, sum eru komin longri í menningini (Late-Stage). Harafturat varð ein virðisløn á  100.000 kr. latin fyri skjóta menning (Fast-Track Award).

Endamálið er at heiðra nýskapandi hugskot og eggja til, at gransking og tøknilig menning verða umsett til ítøkiligar loysnir, sum kunnu skapa virði fyri samfelag og vinnulív.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

16 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

25 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Elias er valdur á vikuliðið hjá EHF

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Allir skúlar í Portugal steingja vegna illveður

3 tímar síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar komm­unur um­hugsa fel­ags inte­gra­tións­sam­skipara

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil hava verjuverkætlan til Keypmannahavnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vind­myllur set­ast upp í Kliva­løks­haga

4 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðarprísir hækka fram­vegis – á­bend­ing­ar um broyt­ingar

4 tímar síðan
Tíðindi

Norska kongshjúnini verða signað í Nidarosdóminum

6 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

6 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarvirðið hjá Nvidia fall 2.600 milliardir krónur

6 tímar síðan