info
Ongi úrslit

Tónlistaskúlin á konsertferð í Leirvík

- Nógvir næmingar ganga til soloundirvísing. Tí hevur tað týdning, at tey hitta hvønn annan og spæla tónleik saman. Hetta styrkir eisini felagsskapin og samanhaldið í tónlistaskúlanum

Vilmund Jacobsen
11. november 2026 kl. 14:54

Fríggjadagin var tónlistaskúlin í Eysturkommunu á konsertferð í Leirvík. Talan var um 13 útvaldar næmingar í 4., 5. og 6. flokki, sum framførdu á klaver, gittara, floytu og violin.

- Dagurin byrjaði við at leggja leiðina til Leirvíkar at framføra fyri næmingum og lærarum í Leirvíkar skúla. Eftir hetta gekk leiðin niðan í dagstovnin Brúsa, har framført varð fyri børnum og starvsfólkum á stovninum.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu, sum Leirvík eisini er partur av, verður sagt, at næmningarnir at enda henda dagin fingu ein góðan bita í Bovling í Leirvík saman við undirvísarunum.

Sagt verður, at næmingarnir vav og á vitja skúlar og dagstovnar í kommununi og framføra fyri teimum.

- Hetta var fyrstu ferð, at tónlistaskúlin fór á eina konsertferð, og tað ætla tey heilt sikkurt at gera meira av.

Jón Eliassen, leiðari á tónlistaskúlanum, sigur við heimasíðuna hjá Eysturkommunu, at ein slík konsertferð bæði er gevandi og mennandi musikalskt og sosialt.

- Nógvir næmingar ganga til soloundirvísing. Tí hevur tað týdning, at tey hitta hvønn annan og spæla tónleik saman. Hetta styrkir ikki bara teirra musikalsku førleikar, men eisini felagsskapin og samanhaldið í tónlistaskúlanum.

Lagt verður aftrat, at árliga næmingakonsertin hjá tónlistaskúlanum í Eysturkommunu verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla tann 8. desember 2026.

Á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo - síggjast fleiri myndir frá konsertferðini.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

16 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Meira enn fjórða hvørt ak­far er í eftir­sleipi­num hjá Ak­stovuni

46 minuttir síðan
Tíðindi

Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Elias er valdur á vikuliðið hjá EHF

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Allir skúlar í Portugal steingja vegna illveður

3 tímar síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar komm­unur um­hugsa fel­ags inte­gra­tións­sam­skipara

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil hava verjuverkætlan til Keypmannahavnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vind­myllur set­ast upp í Kliva­løks­haga

4 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðarprísir hækka fram­vegis – á­bend­ing­ar um broyt­ingar

5 tímar síðan
Tíðindi

Norska kongshjúnini verða signað í Nidarosdóminum

6 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

6 tímar síðan