Sjúrður Skaale skrivar soleiðis á Facebook í dag um, tá hann hitti ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj í Fólkatiginum í dag:
Í 2024 fekk eg eina heilt serstaka heilsan:
Annar av føroysku hermonnunum á hermótinum í Ukraina, Bjørn Kallsoy, gav mær eitt flagg, har fleiri teirra, sum bardust saman við honum, høvdu sett sítt navn á. Tað var ein heilsan fyri ymiskan stuðul.
Flaggið hevur havt heiðurspláss á skrivstovuni síðani - sum ein áminning um, at okkara frælsi ikki er ókeypis. Nøkur berjast fyri frælsið, og rinda høgan - viðhvørt hægsta - prís fyri tað!
Í dag tók eg flaggið við mær til móttøkuna fyri Zelenskyj á Fólkatingi.
Tað bar so á, at eg kom at standa undir liðini á honum og vit prátaðu eina góða løtu. Zelinskyj er Churchill í okkara tíð, so tað var í sær sjálvum ein stjørnustund.
Eg tosaði um tann privata stuðulin úr Europa til Ukraina, bæði við pengum, útgerð og hermonnum. Nevndi í tí sambandi m.a. tiltakið sum Heini Zachariasen og Bjarti Grunnveit Olsen stóðu fyri, sum m.a. snúði seg um at keypa bilar til ukrainska herin.
Segði so, at tað vildi verið ein heiður, um hann hevði sett sítt navn á flaggið sum eina serliga heilsan til føroyingarnar í Ukraina - og í øðrum lagi til teir altjóða soldatar, teir berjast saman við.
Sjálvandi, segði hann. Tað er mín heiður!
-
©
Og so skrivaði hann: “Thanks for your support, Zelenskyj” - við greiðari tilsiping til “Viking”, sum stendur beint uppi yvir. Viking er kallinavnið hjá Bjørn Kallsoy á hermótinum.
Eg sendi straks heilsanina til Bjørn. Hann var júst komin aftur á hermótið, men takkaði fyri, og svaraði við viðheftu mynd.
Tá Bjørn kemur aftur til Føroya, fari eg at lata honum flaggið aftur.
Við nýggju heilsanini hevur tað fingið eitt heilt annað og søguligt virði. Og tann heilsanin er til Bjørn. Ikki til mín.