info
Ongi úrslit
© Borja Suarez/Reuters
Ein bátur við migrantum úti fyri El Hierro 12. november. Leygardagin komu 12 av teimum 14 bátunum til El Hierro. Savnsmynd.

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

Spanska sjóbjargingartænastan bjargaði 1.488 fólkum úr 14 bátum. So nógv eru ikki komin til Kanariuoyggjarnar ein einstakan dag síðani 2020.

Eirikur Lindenskov
15. november 2026 kl. 19:50

Teir flestu migrantarnir komu úr londum í Vesturafrika, skrivar Reuters. Tólv av bátunum komu til El Hierro, ein av minstu oyggjunum í oyggjabólkinum. Hinir báðir komu til ávikavist Gran Canaria og Tenerife.

Í einum av bátunum, sum komu til El Hierro, vóru 240 fólk, teirra millum 12 kvinnur og 36 børn. Tey flestu umborð vóru úr Senegal, Gambia og Guinea.

Spanska tíðindastovan EFE skrivar við tilvísing til sjóbjargingartænastuna, at talið í gjár var tað hægsta á einum degi síðani 2020.

Trýst á smáu oyggjarnar

Frá januar til endan av oktober komu 5,5 prosent færri migrantar til Kanariuoyggjarnar enn sama tíðarskeið í fjør, vísa tøl frá sponsku stjórnini. Talið er tó vaksið nógv seinasta mánaðin, og tað hevur lagt trýst á myndugleikarnar, serliga á smærru og fólkafátøku oyggjunum.

Leiðin um Atlantshavið úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar verður mett at vera ein av teimum vandamestu farleiðunum hjá migrantum. Á hvørjum ári royna fleiri túsund fólk at náa sponskum øki í yvirfyltum bátum, hóast leiðin er long, sjógvurin kann vera ringur og streymurin harður.

Fyrr í november lótu í minsta lagi 34 fólk lív, tá ein bátur við migrantum sakk úti fyri útnyrðingsstrondini í Senegal.

/ritzau/Reuters/

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mæla frá at geva komm­un­um heim­ild at av­marka stutt­tíðar­leigu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Populisman tapti tíbetur í USA

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Minningarorð

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

2 tímar síðan
Tíðindi

Estland steing­ir øll markna­lið til Russ­lands

2 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í EHF European League

3 tímar síðan
Tíðindi

Menn í masku rændu handil við savn­ara­kort­um í Lyngby

3 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna vann á Áslu í seinasta leikumfarinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti seinna dystin við átta málum

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjúkradagpengar, skatt­ur og stutt­tíð­ar­leiga á tingi mánadagin

5 tímar síðan
Tíðindi

34.000 fermetr­ar í Skála­firði skulu ger­ast vinnuøki

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Moldova á Kasakstan í okkara bólki

6 tímar síðan