info
Ongi úrslit
© European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery. EU Space Policy
Surtsey í Vestmannaoyggjunum, sædd úr einum Sentinel-2-fylgisveini 15. september 2026. Sunnantil sæst eitt grønt øki í brúna goslendinum.

Íslendska gosoyggin Surtsey fyllir 63 ár

Ein nýggj oyggj reis úr havinum sunnan fyri Ísland í november 1963. Í dag vísir Copernicus eina fylgisveinamynd av Surtsey, har granskarar hava fylgt við, hvussu lív festir røtur á nýggjum landi.

Eirikur Lindenskov
15. november 2026 kl. 11:41

14. november 1963 varð eitt gos undir havbotninum varnast sunnan fyri Ísland. Dagin eftir sást nýggja oyggin Surtsey oman sjóvar. Gosið helt fram til juni 1967, og oyggin vaks so hvørt, sum gosgrótið hópaðist upp.

Surtsey er úti í útsynningsjaðaranum á Vestmannaoyggjunum, umleið 32 kilometrar úr íslendsku suðurstrondini. Oyggin hevur verið vard frá byrjan, so granskarar kunnu kanna, hvussu plantur og dýr koma til eitt nýtt lendi við so lítlari ávirkan frá fólki sum gjørligt.

Fræ komu við streyminum

Granskarar hava fylgt lívinum á oynni síðani 1964. Teir hava millum annað sæð, hvussu fræ eru komin við havstreyminum. Í 1965 varð fyrsta æðraplantan skrásett, og seinni hava fuglar og smádýr eisini tikið seg upp á oynni. Í 2008 varð Surtsey sett á heimsarvslistan hjá UNESCO.

Fylgisveinamyndin varð tikin 15. september í ár. Á nærmyndini sæst brúna goslendið, eitt grønt øki sunnantil og ein mjáur tangi, sum stingur norðureftir. Við fylgisveinamyndum kunnu granskarar fylgja við, hvussu strondin broytist, og hvussu vøksturin breiðir seg.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan stongdi skeinki­stað eft­ir klagu um harð­an tónleik

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvar eru fakfeløgini, tá ið arbeiðsfólkið skal verja sínar pengar?

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fluttu pengar í PlayStation-sviki

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger

3 tímar síðan
Tíðindi

Motorar til Smyril fyri 74 milliónir vórðu ikki bodnir út

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

11 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

12 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

13 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

13 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

14 tímar síðan