Verkætlanin er partur av altjóða virkisætlanini hjá Reyða Krossi Føroya og Føroya landsstýri.
Vit hava nú fingið ein nýggjan film úr Niger, sum vísir nakað av arbeiðinum, ið føroyski stuðulin er við til at gera møguligt. Sí filmin her.
Niger er eitt av heimsins fátækastu londum, og serliga úti á landinum kann vera langt til grundleggjandi heilsutænastur. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri kvinnur í sambandi við viðgongu og barnsburð.
Í Zinder-økinum arbeiðir Reyði Krossur tí við at styrkja atgongdina til trygga og virðiliga føðihjálp. Føroyski stuðulin til verkætlanina er 800.000 krónur.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at útbúgva og styrkja lokalar føðihjálparar, sum eru tætt at kvinnunum í lokalsamfeløgunum. Tær kunnu eyðmerkja barnakonur, veita grundleggjandi heilsuráðgeving og hjálpa kvinnum víðari til heilsumiðstøðir, tá tørvur er á tí. Eisini verður arbeitt við at betra um flutningsmøguleikarnar til heilsumiðstøðir og at styrkja førleikarnar hjá Nigeriska Reyða Krossi innan seksuella og reproduktiva heilsu.
Filmurin úr Niger vísir arbeiðið í lokalsamfeløgunum og, hvussu lokalar føðihjálparar eru við til at skapa samband millum kvinnur og heilsutænastur.
Partur av altjóða virkisætlanini 2026
Verkætlanin í Niger er ein av trimum humaniterum verkætlanum, sum fáa stuðul ígjøgnum altjóða virkisætlanina 2026 hjá Reyða Krossi Føroya og Føroya landsstýri.
Endamálið við virkisætlanini er at tryggja, at Føroyar taka virknan lut í altjóða humaniterum arbeiði og stuðla átøkum, sum styrkja lokal samfeløg og førleikar har, ið tørvurin er stórur.
Í 2026 eru 2,5 mió. kr. játtaðar til altjóða virkisætlanina. Umframt arbeiðið í Niger verður stuðul latin til eina verkætlan í Sýria, sum arbeiðir við sálarligum og psychosocialum stuðli í útsettum lokalsamfeløgum, og eina verkætlan í Malavi, sum arbeiðir við at styrkja mótstøðuføri, heilsu og livikor í sárbærum lokalsamfeløgum.