info
Ongi úrslit

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

Ætlanin um at ala upp í 10.000 tons av laksi í Seyðisfirði hevur elvt til stóra mótstøðu millum íbúgvar. Í morgin verða mótmæli bæði í Seyðisfirði og Reykjavík.

Eirikur Lindenskov
10. oktober 2026 kl. 20:55

Íslendska alifyritøkan Kaldvík hevur fingið loyvi til at ala upp í 10.000 tons av laksi á Seyðisfirði áEysturlandinum í Íslandi.

Hetta er sami fjørður, sum Norrøna hjá Smyril Line siglir inn á hvørja viku, og ætlanin um stóra laksaaling hevur elvt til nógv kjak í lokalsamfelagnum.

Sambært íslendskum miðlum verður skipað fyri mótmælum móti ætlanini í morgin sunnudagin 11. oktober. Mótmæli verða bæði í Seyðisfirði og í Reykjavík.

Mótstøðan millum íbúgvarnar hevur verið stór í fleiri ár. Ein kanning frá 2023 vísti, at 75 prosent av teimum spurdu í Seyðisfirði vóru ímóti ætlanunum um sjóaling í firðinum.

Stúra fyri umhvørvinum

Millum høvuðsósemjurnar er spurningurin um, hvussu stóran váða laksaalingin kann hava fyri náttúruna og umhvørvið í firðinum.

Í eini grein í Vísi vísir íslendski búskaparfrøðingurin Ólafur Margeirsson á, at búskaparligi vinningurin fyri lokalsamfelagið eftir hansara meting kann vera avmarkaður í mun til tann umhvørvisliga váðan, sum fylgir við stórari sjóaling.

Metingin hjá honum byggir millum annað á roknskapartøl og almennar upplýsingar um vinnuna.

Tey, sum mótmæla ætlanini, leggja millum annað dent á náttúruvirðini í Seyðisfirði og óttast avleiðingar av laksalús, dálking og alifiski, sum sleppur úr ringunum.

Fjørðurin hevur stóran týdning fyri Norrønu

Seyðisfjørður hevur eisini serligan føroyskan áhuga.

Norrøna hevur í nógv ár havt Seyðisfjørð sum íslendsku havnina á rutuni millum Føroyar, Ísland og Danmark, og fjørðurin er sostatt ein týdningarmikil partur av føroysku ferðamanna- og farmaferðsluni til Íslands. Tilsamans hava Norrøna, og Smyril, sum røkti siglingina fyrstu átta árini, siglt á Seyðdisfjørð í 51 ár – síðani 1975.

Ein stór aliverkætlan í fjørðinum reisir tí eisini spurningin um, hvussu alivinna, ferðavinna, ferjusigling og onnur skipaferðsla skulu virka saman í sama firði.

Kaldvík hevur fingið loyvi til alingina, men mótstøðan vísir, at stríðið um framtíðina hjá Seyðisfirði langt frá er av.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Simme Musikkhús heldur fram

10 tímar síðan

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

8 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

31 minuttir síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

41 minuttir síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

1 tími síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av møguleikunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá Geza við Grimsby hetta kappingarárið

2 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík sá reyða kortið tríggjar ferðir

3 tímar síðan
Fótbóltur

B36 vann fyri triðju ferð á rað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann norðuri í Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Christa Pike er útskrivað

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tað gekk akkurát hjá FC Suðuroy

4 tímar síðan