info
Ongi úrslit
Amerikanski forsetin legði hart út, tá hann umrøddi ukrainska forsetan uttanfyri Hvítu Húsini í dag, áðrenn hann fór á ein veljarafund í Tennessee

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

- Amerikanski forsetin hevur sagt við øll onnur lond, at tey ikki skulu samstarva við Russland, tá talan er um olju. Nú ger hann tað sjálvur og styrkir soleiðis um møguleikarnar hjá Russlandi at vinna kríggið

Vilmund Jacobsen
10. oktober 2026 kl. 21:38

- Volodymyr Zelenskyj kundi havt steðgað krígnum við Russland nógvar ferðir. Hann kann gera, hvat hann vil, men hann kann ikki leypa á oljureinsiverk, sigur Donald Trump sambært Reuters í dag.

Í dag tosaði Donald Trump við tíðindafólk uttanfyri Hvítu Húsini, áðrenn hann skuldi víðari á ein veljarafund í Tennessee.

- Zelenskyj eigur at gevast. Tað er uppá tíðina, at Ukraina fær ein nýggjan forseta.

Amerikanski forsetin heldur, at um Ukraina fær ein nýggjan forseta, verður møguligt at fáa eina avtalu um frið í krígnum, sum Russland hevur ført ímót Ukraina síðan 2022.

Viðmekjarin hjá Tv2.no í amerikanskum málum, Eirik Bergesen, er ikki í iva um, hví Donald Trump kemur við hesum útsagnum.

Amerikanski forsetin ger hetta, tí hann stendur ógvuliga veikur í meiningakanningum stutt fyri millumvalið hin 3. november.

- Orsøkin er ikki minst met høgu diesel-prísirnir í USA, sum serliga standast av krígnum hjá Trump móti Iran, sum hann ikki er førur fyri at enda - og ikki av krígnum í Ukraina.

Eirik Bergesen sigur, at um Donald Trump missir meirilutan í kongressini, hava demokratarnir ætlanin um at seta í gongd eina rannsakan av amerikanska forsetanum.

Bergesen hevur áður sagt seg vænta, at Trump verður stillaður fyri eini ríkisrætt fyri triðju ferð, um republikanararnir missa meiriluta í kongressini.

- Hetta eri eg heilt vísur í. Spurningurin er, hvørji mál teir velja at fara eftir, segði viðmekjarin hjá Tv2.no í amerikanskum málum, Eirik Bergesen, í september.

Álopini hjá Ukraina á russisk oljureinsiverk hava neyvan dempað prísvøksturin á bensini og diesel, men prísirnir á brennievni fóru til skýggja, tá USA leyp á Iran.

Fríggjadagin gjørdi amerikanski forsetin eina avtalu við russiska forsetan, Donald Trump, um at keypa diesel úr Russlandi.

Eirik Bergesen er ikki hugtikin av avtaluni millum Trump og Putin.

- Amerikanski forsetin hevur sagt við øll onnur lond, at tey ikki skulu samstarva við Russland, tá talan er um olju. Nú ger hann tað sjálvur og styrkir soleiðis um møguleikarnar hjá Russlandi at vinna kríggið.

Viðmekjarin hjá Tv2.no leggur aftrat, at avtalan eisini minkar um møguleikarnar at bjarga "demokratinum hjá okkum øllum..."

- Hetta er ein gávupakki til Vladimir Putin, bæði politiskt og symbolskt, sigur norski ukraina-serfrøðingurin, Tom Røseth, um diesel-avtaluna millum forsetarnar í USA og Russlandi.

Hann leggur aftrat, at nú kann Donald Trump skylda upp á Ukraina, um einki diesel kemur úr Russlandi, leggur Tom Røseth aftrat.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

10 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

29 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

1 tími síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

1 tími síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

1 tími síðan
Tíðindi

Saltfiskur av Bankanum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av møguleikunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá Geza við Grimsby hetta kappingarárið

3 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík sá reyða kortið tríggjar ferðir

3 tímar síðan
Fótbóltur

B36 vann fyri triðju ferð á rað

4 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann norðuri í Klaksvík

4 tímar síðan
Tíðindi

Christa Pike er útskrivað

4 tímar síðan