Samuel Chukwudi tørnaði til aftur í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini í dag.
Saman við liðfeløgunum í SV Ried vann Samuel fyrr í dag 2-1 á útivølli í dysti móti Tirol Innsbrück. Talan var um annan sigurin á rað hjá Ried.
Heimaliðið legði seg á odda 1-0 longu í áttanda minutti. Bert sjey minuttir seinni javnaði Stefan Schwab við einum brotssparki. Philipp Pomer skoraði sigursmálið hjá Ried beint undan steðginum.
Heimaliðið hevði bóltin meira, og teir høvdu eisini fleiri atsóknir, men Samuel og hinir í verjuni hjá Ried megnaðu væl at verja fyri.
Fyri leikliga avrikið fær Samuel karakterin: 7,6 frá Sofascore og 7,2 frá Soccerstand (av 10 møguligum).
Ried er fimtfremst í eysturríksku bundesliguni við 11 stigum.
Komandi leygarkvøld klokkan 18.30 hevur Ried dyst á heimavølli móti Austria Wien.