info
Ongi úrslit
© Bianca De Marchi/Reuters
Christopher Luxon, forsætisráðharri, hitti stuðlar á einum valfundi hjá National Party í Auckland fríggjadagin

Á valdegnum deila tey hundamyndir heldur enn politikk

Meðan nýsælendingar velja nýtt tjóðarting, skulu flokkar, miðlar og brúkarar á sosialum miðlum ikki koma við politiskum viðmerkingum. Brot á reglurnar kunnu kosta eina stóra bót.

Eirikur Lindenskov
7. november 2026 kl. 07:30

Valdagurin í Nýsælandi er uttan politiskt valstríð.

Ein serlig lóg bannar royndum at ávirka, hvussu onnur greiða atkvøðu, meðan valið er í gongd. Bannið fevnir bæði um politiskar flokkar, tíðindamiðlar og vanligar brúkarar á sosialum miðlum.

Tað skrivar tíðindastovan AP.

Í staðin er ein siðvenja sprottin fram: Fólk deila myndir av hundum við valstøðini heldur enn politiskar viðmerkingar.

Kunnu fáa stóra bót

Politiski steðgurin varir í 19 tímar og heldur fram, til valstøðini lata aftur leygarkvøldið klokkan 19 lokala tíð. Tað var nøu klokkan seks føroyska tíð.

Í hesum tíðarskeiði er bannað at viðmerkja væntað valúrslit, evni í valstríðnum og annað, sum kann fáa fólk at velja ella lata vera við at velja ein ávísan flokk ella valevni.

Heldur ikki er loyvt at almannakunngera veljarakanningar ella gera kanningar av, hvussu fólk hava atkvøtt, tá tey koma av valstaðnum.

Tíðindamiðlar kunnu nevna flokkar og valevni, men tað má ikki gerast á ein hátt, sum kann ávirka atkvøðugreiðsluna.

Brot kunnu sambært AP geva eina bót á upp í 20.000 nýsælendskar dollarar, svarandi til góðar 74.000 krónur.

Nógv hava longu valt

Atkvøðugreiðslan byrjaði longu síðs í oktober. Hóskvøldið høvdu fleiri enn 1,6 milliónir av teimum nærum 3,8 milliónum skrásettu veljarunum longu greitt atkvøðu.

Tá valstøðini lata aftur, byrjar valnevndin stutt eftir at almannakunngera atkvøðutølini. Sambært Reuters væntar nevndin at hava fyribils úrslit frá helvtini av valstøðunum klokkan níggju føroyska tíð.

Allar atkvøður verða taldar við hond, skrivar AFP.

Millum fremstu valevnini eru forsætisráðharrin Christopher Luxon, sum stendur á odda fyri National Party, og Chris Hipkins, formaður í Labour.

National Party hevur stjórnað landinum saman við New Zealand First og ACT síðani valið í 2023.

Eingin føst freist er fyri, nær ein nýggj stjórn skal vera skipað.

Ritzau/AP/Reuters/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

10 minuttir síðan
Tíðindi

Tríggir bilførarar fingu klipp við skúlan við Gøtugjógv

26 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan legði upp í ófrið í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk skip fáa meira av íslendskari sild

1 tími síðan
Tíðindi

Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

1 tími síðan
Tíðindi

Vænta nakað av útróðri teir næstu dagarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir ungir bilførarar fingu koyribann í gjárkvøldið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Skráin fyri VFF Cup 2027 er løgd

5 tímar síðan
Ítróttur

FM fyri gentur 21. november

6 tímar síðan
Tíðindi

600 atkvøður á muni: Pel­tola stevn­ir val­mynd­ug­leik­um

6 tímar síðan
Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

15 tímar síðan