info
Ongi úrslit
© Justin Sullivan/Ritzau Scanpix
Framvegis verða atkvøður taldar í Alaska, har bert umleið 600 atkvøður vóru á muni millum Mary Peltola og Dan S. Sullivan náttina til leygardag

600 atkvøður á muni: Pel­tola stevn­ir val­mynd­ug­leik­um

Demokratiska senatsvalevnið Mary Peltola vil hava innlit í, hvørjar brævatkvøður eru vrakaðar í Alaska og hví. Enn er ógreitt, hvør hevur vunnið sera tætta valið.

Eirikur Lindenskov
7. november 2026 kl. 06:05

Valstríðstoymið hjá Mary Peltola stevndi fríggjadagin valmyndugleikunum í amerikanska statinum Alaska.

Toymið krevur alt fyri eitt at fáa skjøl útflýggjað, sum vísa, hvørjar brævatkvøður eru vrakaðar eftir miðskeiðisvalið týsdagin, og grundgevingarnar fyri hesum.

Tað skrivar Reuters.

Í nátt vóru bert umleið 600 atkvøður á muni millum Peltola og sitandi republikanska senatorin Dan S. Sullivan. Framvegis verða atkvøður taldar úr fjarskotnum økjum í Alaska.

Við so lítlum muni kunnu brævatkvøður og atkvøðuseðlar, sum skulu flytast við flogfari úr avbyrgdum samfeløgum, fáa avgerandi týdning fyri úrslitið.

Vil hava innlit nú

Sambært valstríðstoyminum bað tað longu 27. oktober um innlit í skjølini. Áheitanin varð endurtikin mikudagin 4. november við tilvísing til reglurnar um alment innlit.

Men toymið fekk noktandi svar upp á kravið um at fáa upplýsingarnar útflýggjaðar.

Í stevningini verður víst á, at tíðin hevur avgerandi týdning, tí uppteljingin framvegis er í gongd, og valúrslitið enn ikki er endaliga góðkent.

Umframt valmyndugleikarnar eru leiðarin Carol Beecher og varaguvernørurin Nancy Dahlstrom eisini stevnd.

Myndugleikarnir siga upplýsingarnar vera trúnaðarligar

Løgmálaráðið í Alaska, sum umboðar valmyndugleikarnar og varaguvernørin, sigur sambært Reuters, at upplýsingarnar verða mettar at vera trúnaðarligar. Ráðið heldur ikki, at lógin krevur, at tær verða almannakunngjørdar.

Valmyndugleikarnir taka framvegis ímóti brævatkvøðum, sum eru greiddar í seinasta lagi valdagin 3. november. Hesar kunnu telja við, um tær koma fram í seinasta lagi 18. november.

Demokratarnir hava sambært Reuters tryggjað sær meirilutan í Senatinum, hóast úrslitini í Alaska og Mississippi enn ikki eru endaliga greið.

Ritzau/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

10 minuttir síðan
Tíðindi

Tríggir bilførarar fingu klipp við skúlan við Gøtugjógv

26 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan legði upp í ófrið í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk skip fáa meira av íslendskari sild

1 tími síðan
Tíðindi

Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

1 tími síðan
Tíðindi

Vænta nakað av útróðri teir næstu dagarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir ungir bilførarar fingu koyribann í gjárkvøldið

2 tímar síðan
Tíðindi

Á valdegnum deila tey hundamyndir heldur enn politikk

4 tímar síðan
Fótbóltur

Skráin fyri VFF Cup 2027 er løgd

5 tímar síðan
Ítróttur

FM fyri gentur 21. november

6 tímar síðan
Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

15 tímar síðan