info
Ongi úrslit

Abortmálið kemur kanska aftur í Løgtingið í heyst

Aksel V. Johannesen er vónbrotin av, at abortmálið ikki varð samtykt í Løgtinginum

Eirikur Lindenskov
28. juli 2024 kl. 20:40

Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin.

– Eitt mál, sum tó ikki er eitt sam­gongumál, men sum eg eri vón­brot­in av, at tað ikki varð sam­tykt, er mál­ið um at kvinnur eiga av­gerð­ar­rætt­in, tá tað snýr seg um abort, sigur Aksel V. Johanne­sen, løgmaður.
– Eg eri vónbrotin av, at tað ikki varð samtykt, tí sum støðan er í dag, er tað so­leiðis, uttan at vit hava neyv tøl upp á tað, men tey tølini, sum vit hava benda á, at før­oyskar kvinnur fáa framd­ar fleiri abortir í Danmark enn í Før­oy­um, og eg haldi ikki, at tað er rætt, at vit útflyta tær av­bjóð­ing­ar­nar í staðin fyri at taka tær í Før­oyum, sigur Aksel V. Jo­hann­sen, løgmaður.
Hann vísir eisini á, at flestu a­b­ort­ir í dag verða framdir við med­i­sinsk­ari viðgerð, og at tað ber til at keypa heilivágin á net­i­num, og tí er eis­­ini vandi fyri, at tað vera framd­­ir fleiri ólóg­lig­ir og ó­trygg­ir ab­ortir í Føroyum, tá vit ikki hava frían abort sum tryggj­ar, at tað verð­ur gjørt í heilsu­verkinum á trygg­an hátt, sigur løgmaður. 
Men er so ætlanin at leggja mál­­ið um frían abort framaftur?
– Tað veldst um, hvørt tað verð­­ur undirtøka fyri tí. Tað stóð 16-16, tá tað varð felt í ting­i­num, um tað ikki verð­ur und­ir­tøka fyri máli­num, so verður tað ikki lagt fram­­aft­ur í hesum val­skeiðinum. Men um støðan broytist í Løg­ting­i­num, og tað vís­ir seg at vera und­ir­tøka fyri uppskotinum, so verður tað lagt framaftur, sigur løgmaður. 
Tá málið fall í Løgtinginum stóð á jøvnum 15-15, og tá meiri­luti ikki er fyri einum máli, so fell­­ir tað. Erling Eidesgaard úr Tjóð­­veldi var burturstaddur, men hevði clearað við Jacob Vest­­e­r­­gaard úr Fólkaflokkinum. Kaj Leo Holm Johannesen var eis­ini burt­­u­r­stadd­ur, men hann hevði ikki clearað við nakran, men segði aftaná, at hevði hann verið í tingsalinum, so hevði hann atkvøtt fyri málinum.
– Um tað vísir seg, at meiriluti nú er fyri uppskotinum, ella ein­um broytt­um uppskoti, so verður tað lagt fram­aftur, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

Í gjár kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

21 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Tíðindi

VIDEO: Tey trý loystu fyrstu fløgini til nýggju kirkjuna

16 minuttir síðan
Tíðindi

Danskir miðlar: Grøn­lands­av­tal­an er ein sig­ur fyri øll onn­ur enn Trump

21 minuttir síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík er aftur omanfyri strikuna

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

So er fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Áheitan um at strika myndir av vanlukkustaði

3 tímar síðan
Tíðindi

FMA flytur til Rúnavíkar

3 tímar síðan
Tíðindi

NATO fegnast um Grøn­lands­av­talu: Fer at styrkja trygdina í Arktis

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.

3 tímar síðan
Tíðindi

Fáfongd og feigd

4 tímar síðan
Tíðindi

Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!

4 tímar síðan
Tíðindi

Løkke: Næsta vika kann ger­ast góð fyri Grøn­land, Dan­mark og USA

6 tímar síðan