Í minsta lagi sjey fólk eru deyð og 120 eru løstað og flutt á sjúkrahús, eftir at tvey tok stoyttu saman í Egyptalandi í dag.
Tað siga heilsumyndugleikarnir í landinum sambært BBC.
Vanlukkan hendi, tá eitt tok á veg úr Giza til Fayoum koyrdi á eitt annað tok, sum var á veg úr egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo til Aswan.
Sagt verður, at fleiri tokvognar fóru av sporinum.
Í fyrstani varð sagt, at í minsta lagi fýra fólk høvdu latið lív, men seinni er talið av deyðum dagført til sjey.