info
Ongi úrslit

Nú fer gongd á oljuleiting aftur

Nú havi eg í fleiri ár roynt at sett fokus á oljuleiting í Føroyum, tí eg havi trúð uppá tað alltíðina. At leita eftir olju og gassi er ikki fremmant fyri okkum. Kolvetni bleiv staðfest í føroyskum øki longu fyri nógvum árum síðani.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
6. oktober 2026 kl. 19:42

Prógv eru eisini fyri, at kolvetni finst í føroysku undirgrundini. 

Tað er ógvuliga stórur áhugi hjá oljufeløgunum at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini. Og nú sær tað út til, at gongd kemur í.

Og nú frættist, at Atlantic Petroleum søkir um loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. 

Størsta succesbeinið nakrantíð verður ein komandi gass- og oljuvinna. 

Og um eg skal hugleiða eitt sindur um, hvussu tað verður, tá oljuvinnan er farin í gongd, so síggi eg fyri mær, at Suðuroyggin mest nátúrliga verður tann nýggi depilin við frálandavinnu. Tað veri seg við maritimum tænastum og eitt nú við tyrluflúgving.

Eg yvist onga løtu í, at Klaksvíkin eisini fer at halda seg framat, sjálvandi! 

Eysturoyggin er størsta umskipingarhavn í Føroyum, og við stóra møguleikanum við olju- og gassleiting fer Eysturoyggin at verða ein aktivur partur eisini.

Vit skulu eisini minnast til, at leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, sum vóru í tíðarskeiðinum 2001-2014. Og rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur í víddargjøldum. 

Tá olja og gass eru funnin í rakstrarverdum nøgdum, og framleiðslan farin í gongd, ja, tá tosa vit um ovurhonds stórar inntøkur til landið.

Ríkidømi, sum vit ongantíð hava upplivað fyrr.  

Fleiri arbeiðspláss verða skapt. Spennandi, vitanartung arbeiðspláss, sum geva nógva løn. Møguleiki verður at betra um útbúgvingar, betra um vælferðartænastur so sum heilsuverk, almannatænastur. Fíggja gransking. Betra um infraskervi. Suðuroyrartunnilin, onki kjak, vit hava nokk av pengum, ger hann bara! Tunlar til allar útoyggjar o.s.fr. Og sjálvandi skal oljan gjalda fyri grøna orkuskiftið.

Vit fara at hava eitt frælst, sjálvstøðugt land, eisini fíggjarliga. Eitt ríkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

løgtinglimur

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

20 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European League: Valur tapti í Slovenia - Bjarni syrgdi fyri 12 málstigum

39 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tórshavnar havn skal ikki gjalda fyri sparingar hjá landinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

2 tímar síðan
Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

4 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

4 tímar síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

5 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

5 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

6 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

7 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

7 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

8 tímar síðan