Mikukvøldið frumframførdi Tjóðpallur Føroya leikin Tríggjar systrar eftir Anton Tjekhov. Tað er fyrstu ferð hesin kendi klassikarin er framførdur í Føroyum, men tey, sum sambinda Tjekhov við gamaldags, siðbundnan sjónleik, hava annað í væntu. Staðsetingin bendir longu á okkurt óvanligt, tí tað er sermerkt at fara til sjónleik í fimleikarhøllini í gamla studentaskúlanum í Hoydølum. - Nú munnu sjálvt teir allarfegnastu optimistarnir hava ásannað, at flotti, fagnaði og glæsiligi framtíðarbygningurin til Tjóðpall Føroya er ein politisk hvørvisjón, skapt av heitari luft. Tað er óluksáligt og óskiljandi, at vit eftir øllum at døma ikki halda meira um okkum sjálvi sum fólk, men fyribils er tað í hvussu er gleðiligt at frætta at farið er undir at umvæla meiaríið í Tórsgøtu. Tað snýr seg jú um at liva her og nú meðan vit enn eru til. Og júst tað duga tær illa, tær tríggjar systrarnar, Olga, Masha og Irina Prozorov, sum kenna seg uppsteðgaðar í lítlu bygdini har tær búgva. Tær fabulera um eina glæsiliga fortíð, tá foreldrini livdu og Prozorovfamiljan búði mitt í heimsins nalva í Moskva. Teimum leingist inniliga eftir einari aðrari og betri tilveru. Sjálvt um leikmyndin er minimal og leikurin harvið týðiliga gongur fyri seg í einari slitnari, gamlari fimleikarhøll, benda fínu klæðini hjá systrunum á, at tær eru partar av yvirstættini, aristokratínum, ið hava búð í einum valahúsum í høvuðsstaðnum við stórfingnum veitslum og borðhaldum. Nútíðin er øðrvísi óglæsilig og hørð og tí er neyðugt at arbeiða, boyggja høvur og yvirliva í teirri støðu, sum lagnan hevur lagað teimum til. Tað er ein áhugaverd dupult kensla at sita í einum høli, sum er ein fyrrverandi fimleikarhøll, har klokkan hevur verið kvart yvir tíggju í mong harrans ár, og uppliva ein leik um nøkur menniskju, sum standa still og als ikki koma úr stað.
Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummæli á listaportal.com av leikinum, sum í hesum døgum verður framførdur í Hoydøum.
Alt ummælið kann lesast her: Æviga aktuellar systrar í Hoydølum — Listaportal