info
Ongi úrslit

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

Skanderborg-Aarhus og TMS Ringsted eru í hvør sínum enda av stigatalvuni

Heri Á. Simonsen
26. september 2026 kl. 17:15

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus eru bert eitt stig frá oddinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Í dag tóku Jóhan og liðfelagarnir móti liðnum hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy í FREJA Arena í Skanderborg. Skanderborg vann greiðan 38-29 sigur aftaná 16-14 leiðslu í steðginum.

Jóhan skoraði fýra mál upp á seks málroyndir og legði upp til eitt mál. Magnus fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.

Skanderborg-Aarhus er fjórðfremst í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir. Mors-Thy er nummar níggju við seks stigum.

Pauli Rasmussen, Jákup Egholm og liðfelagarnir í TMS Ringsted tóku í Spar Nord Arena móti verandi meistarunum, Aalborg.

Ringsted slapp heiðurliga frá stóru uppgávuni við 30-36 tapi. Í steðginum var gleimur í Slagelse, tí tá var heimaliðið á odda 17-16.

Pauli var effektivur. Hann skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir.

Ringsted er aftast í deildini við bert einum stigi.

Mánadagin klokkan 17.30 verður toppuppgerð í Esbjerg millum Ribe-Esbjerg og liðið hjá Óla Mittún, GOG.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

20 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Føroyar Kasakstan 1-1

1 minuttur síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

3 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

19 minuttir síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

45 minuttir síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

2 tímar síðan
Tíðindi

Onnur atmosferiska bumban í heyst

2 tímar síðan
Tíðindi

Endaði í geglinum eftir rok í Sverrisgøtu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun vil hava Aron við til Moldova

3 tímar síðan
Tíðindi

Javnstøða kann styrkja kapp­ing­ar­før­ið í Norður­londum

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mistu koyrikortið treytað á sama vegastrekki

5 tímar síðan