Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt nei til eitt iranskt uppskot um sjey daga vápnahvíld. Tað váttar hann sambært tíðindastovuni Reuters.
– Eg vraki uppskotið hjá teimum, sigur Trump.
Uppskotið hjá Iran hevði við sær, at Hormuzsundið skuldi latast upp aftur, og at samráðingar um kjarnorkuvápn skuldu takast uppaftur. Afturfyri skuldu USA seta blokaduna av iranskum havnum úr gildi.
Tað greiddi iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, frá fríggjadagin í høvuðssætinum hjá ST í New York.
Ónevnd amerikonsk embætisfólk hava sagt við The Wall Street Journal, at væntandi fer Trump at taka álopini á Iran uppaftur eftir amerikanska miðskeiðsvalið 3. november.
Sambært keldunum ivast Trump í, um Iran fer at ganga krøvum hansara á møti. Hann skal hava sagt við starvsfólk síni, at hann metir nýggj amerikonsk álop eftir valið vera sannlík.
Blaðið hevur ikki fingið staðfest, hvussu umfatandi møguligu álopini kunnu verða.
Embætisfólkini siga samstundis, at forsetin heldur aftur við at seta stór hernaðarlig átøk í verk. Ein orsøk er, at USA vilja spara upp á minkandi goymslurnar av lóðurkrúti og skotførum til aðrar møguligar kreppur.
Stutt eftir útsagnirnar hjá iranska uttanríkisráðharranum legði Trump eina mynd av Hormuzsundinum á sín egna sosiala miðil, Truth Social. Á myndini var navnið broytt til »Trump-sundið«.
Hormuzsundið er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum fyri orkuflutning.
Samstundis er undirtøkan hjá Trump undir trýsti. Ein kanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri Reuters, vísir sambært Ritzau, at undirtøkan er komin niður á 32 prosent.
Í fleiri mánaðir hava amerikanarar verið ónøgdir við handfaringina hjá forsetanum av búskapinum og krígnum í Iran, sum hevur verið við til at trýsta prísvøksturin upp.
Kelda: Ritzau