Vit gjørdust ikki sørt kløkkir, tá vit í útvarpstíðindunum í gjárkvøldi, hoyrdu skaðastjóran hjá Trygd umrøða útleigupallin hjá okkum.
Lat okkum sláa fast:
RentLocal er ikki eitt bilaútleigufelag, men vit eiga og reka ein on-line pall til skipan av bilaútleigan millum eigarar og leigarar – bæði privat og fyritøkur er vælkomin á pallin.
Tað er eitt minstakrav fyri skráseting av akfari á pallinum hjá RentLocal, at akfarstryggingin er víðkað at fevna um útleiguvirksemi.
Hóast vit gleðast um, at áhugin hjá tryggingartakarum hjá Trygd fyri at sleppa at leiga sín bil út, tykist so stórur, at Trygd má ávara ímóti hesum, so harmast vit um, at Trygd gerst síðsti snávingarsteinurin hjá vanliga føroyinginum at fáa lut í skjótast vaksandi vinnuni í Føroyum, ferðavinnuni.
Trygd kann jú bara velja at víðka akfarstryggingarnar hjá teimum av kundum sínum sum ynskja tað, at fevna um útleiguvirksemi.
Kanska Trygd ynskir at verja onkra bilaútleigufyritøku, sum keypir tryggingar frá felagnum, móti kapping?
Í samband við at útleigupallurin hjá RentLocal varð mentur, varð samráðst við bæði føroysku tryggingarfeløgini um eina felags trygging fyri øll akfør á pallinum.
Hetta er framvegis okkara ynski.
Tá bæði feløgini bóru seg undan, vísandi til ein í teirra eygum ivasaman áhuga millum føroyingar fyri bilaútleigu, avgjørdu vit, hóast ein felags trygging ikki var uppá pláss, at gera pallin virknan, soleiðis at áhugaðir bilaeigarar sjálvir bóðu tryggingarfelagið um at víðka akfarstryggingina.
Vit notera okkum, at tað tykist sum um áhugin fyri bilaútleigan er stórur, og heita á bilaeigarar framhaldandi at biðja tryggingarfelagið um at hjálpa til við at ferðavinnan eisini gerst atkomilig fyri vanliga føroyingin.
Magnus Madsen
Founder & CEO, RentLocal