Í dag tók IFK Skövde uttan skadda føroyska landsliðsmálverjan, Paula Jacobsen móti liðnum hjá Tróndi Mikkelsen og Leivi Mortensen, HF Karlskrona í dysti á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Skövde vann tepran 36-35 sigur á Karlskrona. Skövde var á odda 17-13 í steðginum. Karlskrona megnaði móti endanum at javna til bæði 34-34 og 35-35, men teir vóru ongantíð á odda í seinna hálvleiki.
Tróndur skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði upp til trý mál. Leivur skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Skövde hevur tvey stig, meðan Karlskrona einki stig hevur aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.