Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fyrr í dag.
Rói Ellefsen á Skipagøtu (myndin) og liðfelagarnir í Aarhus vunnu á heimavølli í Vejlby-Risskov høllini 39-34 á Odder. Í steðginum var Aarhus á odda 20-15.
Rói skoraði trý mál.
Aarhus er nummar níggju í deildini við seks stigum.
Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm taptu á heimavølli greitt 27-38 (13-20) fyri Grindsted.
Tað gekk tó væl hjá Rúnari, ið skoraði seks mál og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.
Aftaná fimm dystir hevur Stoholm enn fyrsta stigið til góðar.
Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge taptu á útivølli 27-30 (13-16) fyri Midtjyllandi.
Køge er nummar 10 í deildini við fýra stigum.
Í morgin klokkan 13 spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel dyst á útivølli í Aarhus móti AGF. Klokkan 15 hava Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ dyst á heimavølli móti Tønder.