info
Ongi úrslit

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri vil hava landsstýrið at kanna, hvussu nógvur peningur fer úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap og útlendska arbeiðsmegi. Hann vil eisini hava tiltøk, sum tryggja, at størri partur av virðunum verður verandi í landinum.

Eirikur Lindenskov
26. september 2026 kl. 16:29

Hvussu nógvur peningur fer á hvørjum ári úr Føroyum sum vinningsbýti til útlendskar eigarar og sum lønir, ið verða sendar av landinum?

Tað vil Sámal Petur í Grund hava greiði á. Vegna Sjálvstýri hevur hann orðað eitt uppskot til samtyktar um at greina og avmarka hesar peningastreymar. Uppskotið er dagfest 24. september.

Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at gera eina fullfíggjaða greining og leggja eina árliga frágreiðing fyri Løgtingið. Frágreiðingin skal lýsa, hvussu stórar upphæddir talan er um, í hvørjum geirum peningastreymurin av landinum er størstur, og hvørjar samfelagsligar avleiðingar hann kann hava.

Sámal Petur í Grund vísir í viðmerkingunum á, at fleiri stórar fyritøkur í Føroyum hava fingið vaksandi útlendskan ognarskap. Hann heldur, at hetta hevur við sær, at ein størri partur av vinningsbýtinum fer av landinum, og at minni peningur tí er tøkur til nýggjar íløgur og arbeiðspláss í Føroyum.

Eisini lønir hjá útlendskari arbeiðsmegi skulu vera partur av greiningini. Í viðmerkingunum verður ført fram, at ein stórur partur av hesum lønum verður sendur til heimlandið hjá arbeiðsfólkunum.

Sambært uppskotsstillaranum vantar ein samlað, árlig og alment atkomilig greining, sum kann geva eina greiða mynd av støddini á peningastreyminum og tørvinum á politiskum átøkum.

Uppskotið snýr seg tó ikki bara um at fáa tøl á borðið. Sámal Petur í Grund vil eisini hava landsstýrið at fyrireika lógaruppskot, sum kunnu tryggja, at størri partur av virðunum verður verandi í Føroyum.

Hann nevnir millum annað sterkari krøv um íløgur í føroyska búskapin og eina endurskoðan av útgjøldum frá feløgum til eigarar og av flytingum av kapitali og ognum millum lond og feløg.

Harumframt vil hann hava reglurnar um útlendskan ognarskap í kritiskum geirum endurskoðaðar og arbeiðsmarknaðartiltøk, sum kunnu minka tørvin á innfluttari arbeiðsmegi.

Størri opinleiki er eisini partur av uppskotinum. Almenningurin skal fáa betri innlit í útlendskan ognarskap og tær upphæddir, sum verða fluttar av landinum.

Uppskotið ásetur ikki ítøkilig mørk fyri útlendskum ognarskapi ella peningaflytingum. Tað leggur upp til, at landsstýrið fyrst útvegar eina greining og fyrireikar lógaruppskot um møgulig tiltøk.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

19 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

13 minuttir síðan
Hondbóltur

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

28 minuttir síðan
Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

1 tími síðan
Tíðindi

Onnur atmosferiska bumban í heyst

2 tímar síðan
Tíðindi

Endaði í geglinum eftir rok í Sverrisgøtu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun vil hava Aron við til Moldova

3 tímar síðan
Tíðindi

Javnstøða kann styrkja kapp­ing­ar­før­ið í Norður­londum

4 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mistu koyrikortið treytað á sama vegastrekki

5 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Johan­sen er yngsti spreingi­meist­ari í Føroyum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ov nógv nýtsla av ChatGPT kann enda við „vitankollapsi“

6 tímar síðan
Tíðindi

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

7 tímar síðan