info
Ongi úrslit

»Hevur maðurin onki betri at gera?!«

Eg síggi á sosialu miðlunum, at mín skrivligi fyrispurningur til løgmann um Merkið á donskum hernaðarbúnum hevur elvt til nógvar reaktiónir. Á sosialu miðlunum eru tær fyri tað mesta neiligar, og eg kann gott skilja at fólk - til dømis fólk sum hava gjørt hertænastu fyri donsku verjuna og teirra avvarðandi - kunnu kenna seg stoytt av hesum.

Bjarni Kárason Petersen
25. september 2026 kl. 10:30

Spurningurin til løgmann hevur ikki sum endamál at taka nakað frá teimum føroyingum, ið hava tikið avgerð um at at melda seg upp í danska herin, sjóverjuna ella loftverjuna, fyri at tæna og verja kongsríkið Danmark. Tað havi eg stóra virðing fyri. Tá ið eg var yngri umhugsaði eg sjálvur møguleikan at gera hertænastu, og tað var tætt við, at eg fór tann vegin. Men av prinsipiellum og politiskum ávum kundi eg ikki fáa meg til tað.

Fyri at mann skal skilja mítt útgangsstøði til fulnar, má mann hava tað í huga, at mín grundhugsan er, at Føroyar og Danmark eru at rokna sum tvær ymiskar tjóðir, óheft av hvat grundlógin ella onnur lóggáva sigur. Tá donsk verjuskip sigla runt í Føroyum, eru tey fyri mær at rokna sum fremmant hervald, eins og eitt bretskt ella franskt verjuskip.

Veruleikin er bara tann, at Føroyar eru danskt territorium, og harvið ábyrgdarøkið hjá donsku verjuni. Men tað ger ikki donsku verjuna føroyska.

Tað er prinsipielt, at danska verjan brúkar Merkið. Tað er okkara tjóðarmerki, og vit hava eina lóg sum sigur, hvat tað kann brúkast til. Eg veit fullvæl, at danska verjan sær tað sum náttúrligt at brúka grønlendska og føroyska flaggið sum teimum lystir, tí vit eru ein partur av danska kongaríkinum. Og uttan iva meinar mann tað væl.

Men vit eru mær vitandi ikki spurd eftir. Eins og vit ikki vóru spurd eftir, tá danskir politikarar tóku avgerð um at flagga við Merkinum á øllum almennum bygningum í Danmark á ólavsøku, hóast flaggdagurin, er 25. apríl.

Eg haldi fyri tað fyrsta, at Føroyar eiga at skipa seg sum sjálvstøðug tjóð. Harvið haldi eg ikki, at Danmark skal hava yvirræði yvir Føroyum. Vit eiga framhaldandi at hava eitt tætt samstarv við Danmark, eisini innan verjuøkið. Men tað má vera eitt samstarv millum javnbjóðis partar.

Eg haldi fyri tað næsta, at Føroyar skulu taka hava ábyrgd av verju- og trygdarpolitikkinum fyri Føroyar. At tað í framtíðini ikki verður danska hervaldið sum hevur ábyrgd av Føroyum, men at Løgtingið og landsstýrið hevur hetta um hendi.

Eg haldi, at vit eiga at hava ein verjupolitikk, har vit leggja okkum upp at einum íslendskum modellið: At vit hava ein verjustovn, ið fremur eftirlitsuppgávur, veitir bjargingartænastur, veitir Host Nation Support til okkara sameindu og hevur venjingar við øðrum NATO-eindum í føroyskum sjógvi og stuðlar upp undir NATO-átøkum í Norðuratlantshavinum.

Tí haldi eg, at vit sjálvi skulu umsita eitt nú tann lofteftirlitsradaran, sum skal setast upp á Sornfelli. At vit skulu hava í minsta lagið tvey nýggj og framkomin vaktarskip til at fremja fiskiveiðueftirlit og politiuppgávur á sjónum. At vit hava tyrlur til leiting og bjarging, og flogfør til eftirlitsuppgávur í føroyskum øki.

Og so haldi eg eisini, at vit skulu vera sjálvstøðugur limur í NATO, soleiðis at vit eisini kunnu ávirka, hvat hendir um okkara leiðir, og undir hvørjum fortreytum.

Tað merkir ikki, at føroyingar skulu gera hertænastu, og tað merkir heldur ikki, at føroyingar skulu í kríggj.

Vit eiga at hava tað sum skal til fyri at tryggja lóg og landaskil í Føroyum og at geva okkara íkast til ta felags verju, sum okkara sameindu tryggja okkum her í norðuratlantshavinum.

Av hesi orsøk ynski eg ikki, at Merkið skal brúkast til eitt fyri mínum eygum fremmant hervald. Føroyar skulu ikki integrerast meira í danskan verjupolitikk, tí vit eiga at hava okkara egna. Merkið er okkara, og skal umboða Føroyar og Føroyskar myndugleikar.

Bjarni Kárason Petersen
løgtingslimur

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Færri ferðamannaskip

5 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Trump gevur Ukraina grønt ljós til Patriot

56 minuttir síðan
Tíðindi

Vesturkirkjan fær vitjan úr Iran

1 tími síðan
Tíðindi

Svimjihøllin í Runavík krevur 2,5 milliónir afturat

2 tímar síðan
Tíðindi

U21: Oddsini millum Estland og Føroyar eru næstan jøvn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava greiðar reglur fyri el-súkklur í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri handtikin fyri innbrotið í Á-handlinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Russar leypa á Kyiv og ukrainar leypa á oljureinsiverk

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj uppihaldskort skulu gera tað lættari at ferðast

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ein serligur dystur fyri Jóannes Bjartalíð

5 tímar síðan
Tíðindi

Hálvt stig móti Meksiko

10 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

12 tímar síðan