info
Ongi úrslit

Fjallabjargar hava lok­ið al­tjóða út­búgving

Seinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstu hjálp í óbydgum øki.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 11:34

Tíðindaskriv:

Føroya Fjallabjargara Felag hevur styrkt fakliga førleikan í tilbúgvingini, eftir at 13 bjargingarfólk hava lokið Wilderness First Responder-útbúgvingina hjá Wilderness Medical Associates International.

Wilderness First Responder, ofta stytt WFR, er ein altjóða útbúgving innan viðgerð og fyrstuhjálp í avsíðis- og krevjandi umhvørvi. Útbúgvingin er serliga ætlað fólki sum arbeiða í støðum, har tað kann ganga long tíð, áðrenn sjúklingurin fær atgongd til sjúkrahús ella aðra framkomna læknaliga viðgerð.

Hetta ger útbúgvingina serliga viðkomandi fyri bjargingararbeiði í Føroyum, har uppgávur kunnu fara fram í brøttum og illa atkomuligum lendi, undir skiftandi veðurviðurskiftum og langt frá vanligari heilsutænastu.

– Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at okkara bjargingarfólk hava førleikar, sum eru lagaðir til tað umhvørvið, vit arbeiða í, sigur Gundur Mortensen, undirvísingarleiðari.

Á skeiðnum hava sjálvboðin bjargingarfólkini millum annað arbeitt við sjúklingameting, álvarsligum skaðum, bráðsjúku, niðurkøling og viðgerð av sjúklingum yvir longri tíð. Ein týðandi partur av útbúgvingini er eisini at læra at taka avgerðir í støðum, har útgerð, manning og atgongd til læknahjálp eru avmarkað.

Hetta er eitt týdningarmikið stig í áhaldandi arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargara Felag at menna førleikar og fakliga støðið í føroyskum fjallabjargingararbeiði.

Gundur Mortensen, Undirvísingarleiðari:

Wilderness First Responder er ein altjóða útbúgving, sum er ment júst til støður, har hjálpin kann vera langt burturi, og har bjargingarfólkið má kunna taka ábyrgd av sjúklinginum í longri tíð.”

“Við 13 nýútbúnum Wilderness First Responders hava vit styrkt okkara tilbúgving munandi. Tað gevur okkum eitt enn sterkari grundarlag fyri at veita trygga og fakliga góða hjálp undir krevjandi umstøðum í føroysku náttúruni.”

Útbúgvingin verður veitt av Wilderness Medical Associates International, við undirvísarum úr Íslandi.  Hetta er fyrstu fer at undirvíst verður í hesum í Føroyum. Neyðugt hevur tí veri við góðum samstarvi millum ábyrgdarlæknan hjá Fjallabjargarinum og Føroyskar myndugleikar herundir landslæknan, hetta samstarvið er eydnast sera væl. Hetta merkir at Fjallabjargarar nú kunnu veita lívsneyðugan heilivág tá tørvur er á tí.

Fyri Føroya Fjallabjargara Felag, er málið at halda fram við at menna bæði einstaka bjargingarfólkið og samlaðu tilbúgvingina, soleiðis at felagið er so væl fyrireikað sum gjørligt, tá tørvur er á hjálp í føroysku náttúruni.

Myndir: Heini Hansen & Jensjáku Hansen

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Methøg fronsk ríkisskuld

3 minuttir síðan
Fótbóltur

U21: Altjóða óroyndur dómari til dystin Føroyar-Luksemborg

25 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel: Vandi fyri størri ójavna millum kommunurnar

33 minuttir síðan
Tíðindi

Spitsbergen kom kortini á Havnina

1 tími síðan
Hondbóltur

Nú er tað alment: Elias fer til Aalborg

2 tímar síðan
Tíðindi

Blómuhav mitt í heims­ins turr­astu oyði­mørk

2 tímar síðan
Tíðindi

Deyðadømdur: Leyslatin eftir 41 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Pallborðskjak í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Barnaverkætlanin í Vági kann gerast varandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Undansølan til Føroyar-Kosovo byrjar mánadagin 5. oktober

3 tímar síðan
Tíðindi

Hjalmar Han­sen kann ikki úti­loka upp­sagn­ir í nýggja stovninum

3 tímar síðan