Ukraina og Russland sita nú við samráðingarborðið í Abu Dhabi við USA sum meklara. Ukraina vil ikki geva frá sær landaøki til Russland, og partarnir eru ósamdir um trygdarváttanir og framtíðar trygdina í Evropa.
Bæði USA og evropeisk lond krevja varandi trygd fyri Ukraina.
Tað var klokkan 13, lokala tíð í Abu Dhabi, at londini sessaðust við samráðingarborðið, og framski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, hevur sagt, at Frakland eisini hevur umboð á staðnum.
Útgangsstøðið fyri samráðingum er trupult.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í morgun sagt við danskt sjónvarp, at Ukraina vil ikki geva frá sær landaøki, tó at hetta hevur verið eitt ófrávíkiligt krav frá russum.
Russland hevur sambært Reuters lagt upp til, at fundurin í Abu Dhabi skal snúgva seg um eitt trygdarrammuverk fyri alt Evropa.
Fyri fundin hava Ukraina, ES, Nato og USA tosað saman um viðurskiftini.
Serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at luttakarar á undanfundinum løgdu dent á, at framtíðar skipanir mugu taka hædd fyri og virða fullveldið hjá hvørjum øðrum og rættin til at taka egnar avgerðir.
- Bæði USA og evropeisk lond krevja eisini varandi trygd fyri Ukraina, leggur hann aftrat.
Steve Witkoff skrivar á X, at eitt sterkt Nato verður sentralt í Evropa og verður kollektiva verjan av Atlantshavsregiónini, sum hann tekur til.
Tað er greitt, at samráðingarnar í Abu Dhabi eru truplar.
Russland heldur, at fundurin skal snúgva seg um eitt trygdarrammuverk fyri alt Evropa, veit ein russisk kelda at siga sambært Reuters.
Á samráðingarfundinum fyri Ukraina eru tað ukrainski fregnartænastuleiðarin, Rustem Umerov, stápsleiðarin og varastápsleiðari hjá ukrainska forsetanum, Kyrylo Budanov og Serhiy Kyslytsya.
AP-tíðindastovan veit at siga, at á russisku síðuni eru tað Vladimir Medinskij, sum er eitt av nærmastu hjálparfólkunum hjá forsetanum, Vladimir Putin.
Við honum eru eitt nú varauttanríkisráðharrin, Sergej Rjabkov og hernaðarligi fregnartænastuleiðarin í Russlandi, Igor Kostjukov.
