Grieg Seafood, sum er alifyritøka í Noregi, heldur seg hava mist eini 1000 tons av laksi av algum, sum settu seg á táknurnar á fiskinum í einari av alistøðunum hjá felagnum.
Avleiðingin er, at tøkan í 2026 helst verður minni enn ætlað, samstundis sum kostnaðirnir hjá felagnum fara at gerast størri enn ætlað.
Hetta upplýsir Grieg Seafood í einari fráboðan til keypsskálan, har felagið er skrástt, og tað er www.kyst.no sum endurgevur.
Sambært alifyritøkuni var lívfrøðin í sjónum góð allan august, men sum september leið, broyttist alt.
- Deyðligheitin øktist stigvíst gjøgnum mánaðin, men felagið hevur fylgt gongdini neyvt til tess at minka um avleiðingarnar, eins og felagið hevur havt steðg í tøkuni av laksi í alibrúkinum.
Grieg Seafood heldur, at samlaði missurin av laksi liggur um 1000 tons.
- Vit hava tí verið noydd at sett væntaðu tøkunøgdina í ár úr 31.000 tonsum niður í 29.000 tons, sum vit vænta, at nøgdin nú verður.
Men, eitt er tøkunøgdin. Tað er eisini dýrar at reka felagið, tá tað gongur illa.
- Soleiðis vænta vit ein rakstrarkostnað fyri hvørt kilo av laksi, sum fer úr 67,50 norskum krónum uppí 71 krónur fyri hvørt kilo, upplýsir Grieg Seafood yvirfyri keypsskálanum.
Lagt verður aftrat, at hendingin við algum í ávísa alibrúkinum í heyst væntandi ikki fer at ávirka tøkuna av laksi í 2027.