Iransku myndugleikarnir hava í dag avrættað tveir menn, sum vórðu tiknir undir mótmælistiltøkunum í Isfahan í Iran í januar.
Sagt verður, at menninir vórðu ákærdir fyri dráp av fýra løgreglufólkum, veit tíðindastovan hjá iransku rættarskipanini, Mizan, at siga.
Menninir vórðu dømdir til deyða fyri eitt nú at hava verið við í einum vápnaðum uppreistrarbólki og fyri at hava "ført kríggj móti Gudi", sum sagt verður.
Teir vórðu eisini dømdir fyri at hava skapt ótta og ótryggleika.
Iranski hægstirættur staðfesti dómarnir, og menninir vórðu avrættaðir við heinging í morgun, veit Mizan at siga í dag.