info
Ongi úrslit

Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn

Magdalena Andersson gav mánadagin upp at skipa stjórn í Svøríki. Nú fær leiðarin hjá Socialdemokraterna enn eina roynd.

© Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix.
Andreas Norlén, formaður í svenska ríkisdegnum, hevur aftur givið Magdalenu Andersson uppgávuna at royna at skipa stjórn.
Eirikur Lindenskov
2. oktober 2026 kl. 12:18

Magdalena Andersson skal aftur royna at skipa stjórn í Svøríki.

Tað boðar Andreas Norlén, formaður í svenska ríkisdegnum, frá fríggjadagin.

– Við støði í samrøðunum, sum eg havi havt, havi eg gjørt av, at Magdalena Andersson kann taka upp aftur arbeiðið at kanna møguleikarnar fyri at skipa stjórn, sigur Norlén.

Mánadagin boðaði Andersson annars frá, at hon gav upp. Tað hendi, eftir at Vänsterpartiet hevði atkvøtt fyri Norlén úr konservativa flokkinum Moderaterna sum formanni í ríkisdegnum.

Ríkisdagsformaðurin hevur ein týðandi leiklut, tá stjórn skal skipast. Hann hevur samrøður við floksleiðararnar og vísir síðani á eitt forsætisráðharraevni.

Norlén heldur, at ósemjan um formansvalið nú eigur at verða løgd aftur um bak.

– Órógvið, sum stóðst av valinum av ríkisdagsformanni, mugu vit leggja aftur um okkum, sigur hann.

– Tað, sum er hent hesa vikuna, hevur verið ein snávingarsteinur, ein ósemja, og nú halda vit fram, sum ætlanin var frá byrjan.

Reyðgrønu flokkarnir fingu tilsamans 176 tinglimir á valinum í september og hava sostatt ein tepran meiriluta. Men bæði Centerpartiet á miðjuni og Vänsterpartiet á vinstraveinginum eru í hesum bólkinum, og tað kann verða torført at fáa tey at semjast.

Eftir enn eitt umfar av samrøðum við floksleiðararnar heldur Norlén tó framvegis, at Andersson hevur møguleika at skipa stjórn.

– Grundleggjandi politisku og tingligu fortreytirnar eru júst tær somu nú, sum tær vóru, tá Magdalena Andersson fyrstu ferð fekk uppgávuna, sigur hann.

– Somu flokkar vísa á hana sum sítt fremsta forsætisráðharraevni, og teir hava framvegis meiriluta í ríkisdegnum.

Hinir flokkarnir í sokallaða Tidö-samstarvinum fingu 173 tinglimir. Teir eru Moderaterna, Liberalerna og Kristdemokraterna, sum hava sitið í stjórn seinasta valskeiðið, og stuðulsflokkurin Sverigedemokraterna.

Í Svøríki er ikki neyðugt, at eitt forsætisráðharraevni hevur ein meiriluta av teimum 349 tinglimunum aftan fyri seg. Avgerandi er, at ein meiriluti ikki atkvøður ímóti viðkomandi.

/Ritzau/TT

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

3 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

4 minuttir síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

11 minuttir síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Leita eftir olju og hav­botns­mine­ral­um á før­oyska land­grunninum

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsett fyri at hava serverað løgregluni gamlan høsnarunga

1 tími síðan
Tíðindi

Norðurlond standa sterk

1 tími síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani Upp úr nalvanum

1 tími síðan
Tíðindi

Hugsa tær at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag!

2 tímar síðan
Hondbóltur

H71 og Neistin skulu royna seg í European Cup

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj álop bæði í Ukraina og Russlandi

3 tímar síðan