Tíðindaskriv, Tutl Records:
Skermar og individualisma
“Upp úr nalvanum” er triðja og seinasta staklagið av komandi útgávuni hjá Benjamin Rajani “Onkustaðni er ein viðarlund”, sum kemur út 6. novembur. Sangurin er ein sjálvrannsakan, og snýr seg um at vilja vera minni nalvaskoðandi í einum heimi við skermum og individualismu. Sangurin er ein uppmuntring til at hyggja upp og út – upp úr nalvanum.
