info
Ongi úrslit
Russiska álopið í nátt rakti enn einaferð ein íbúðarbygning, hesaferð nærindis einari kirkju í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv

Nýggj álop bæði í Ukraina og Russlandi

Kríggið millum Russland og Ukraina koyrir við sama lag, nú tað verða fimm ár í februar, síðan Russland leyp á grannalandið

Vilmund Jacobsen
2. oktober 2026 kl. 10:17

Í nátt hevur eisini leikað á millum stríðandi partarnar.

Eitt fólk hevur latið lív, og tvey eru særd í einum rusiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

Tað upplýsa lokalir myndugleikar í høvuðsstaðnum sambært Reuters. Sagt verður, at russiska álopið rakti enn einaferð ein íbúðarbygning, nærindis einari kirkju.

Í russiska verjumálaráðnum verður sagt, at álopið á Kyiv í nátt varð vent móti streymveitingunum í býnum.

Hetta veit russiska tíðindastovan, Interfax, at siga.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at annan dagin á rað hava russiskar dronur eisini rakt eina brúgv, sum gongur um ánna, Dnipro, sum eisini gongur ígjøgnum ukrainska høvuðsstaðin.

Eftir brúnni gongur bæði bilaferðsla og metro'ir.

Ukraina hevur í nátt lopið á russiska býin, Volgograd, har eitt stórt oljureinsiverk er, og sambært russiska guvernørinum í økinum, Andrei Bocharov, var málið hjá Ukraina at raka russiskan ídnað.

Guvernørurin sigur sambært Reuters, at ukrainska dronuálopið eisini festi í ein íbúðarbygning í økinum, og tvey fólk fingu løstir í álopinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

3 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

12 minuttir síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

1 tími síðan
Tíðindi

Andersson fær aftur møguleikan at skipa stjórn

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Leita eftir olju og hav­botns­mine­ral­um á før­oyska land­grunninum

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsett fyri at hava serverað løgregluni gamlan høsnarunga

1 tími síðan
Tíðindi

Norðurlond standa sterk

1 tími síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani Upp úr nalvanum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hugsa tær at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag!

2 tímar síðan
Hondbóltur

H71 og Neistin skulu royna seg í European Cup

2 tímar síðan