Hetta er ikki nýtt, men hevur fingið nýggjan týdning í einari tíð, har orka og ráevni eru vorðin ein týðandi partur av geopolitisku kappingini.
Jarðfeingi hevur í mong ár granskað og greinað umstøðurnar á føroyska havbotninum, og nú verður føroyski landgrunnurin aftur marknaðarførdur fyri altjóða oljufeløgum.
– Vit eru farin til verka aftur at vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum júst hevur vitjað í Noregi og Skotlandi í hesum ørindum.
Tað snýr seg ikki bara um at finna og framleiða olju. Alt virksemið rundan um leiting og framleiðslu gevur eisini stórar møguleikar hjá føroysku veitaravinnuni. Føroysk reiðarí eru longu virkin í frálandavinnuni, og føroysk sjófólk manna veitingarskip kring heimin. Eisini skipasmiðjur, handverkarafyritøkur, fjarskiftisfyritøkur og aðrir veitarar kunnu fáa ágóða av øktum virksemi.
– Vit vænta, at tær 700.000 krónurnar, sum verða játtaðar til oljuleiting, fara at kasta munandi virði av sær á stuttari tíð, sigur Jacob Vestergaard.
Jarðfeingi hevur eisini givið út eina frágreiðing um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Her er talan um millum annað sjáldsom jarðsløg og onnur kritisk ráevni, sum eru avgerandi fyri framleiðslu av hátøkni, eisini tøkni, ið verður brúkt í grøna orkuskiftinum.
Lítið hevur verið tosað um Føroyar í hesum sambandi, men frágreiðingin vísir á, at serliga Ægisryggurin tykist vera eitt áhugavert øki. Tað er framvegis ein stór tøknilig avbjóðing at vinna ráevni á hjálvumtriðja kilometra dýpi, og óvist er, nær hetta gerst tøkniliga møguligt og nær tað fæst at hanga fíggjarliga saman.
– Eg ivist kortini ikki í, at teir førleikarnir og tann tøknin, sum føroyska frálandavinnan hevur ment, fara at koma væl við í leitingini eftir framtíðar ráevnum, sigur Jacob Vestergaard.
Í 2026 eru 700.000 krónur játtaðar serstakt til arbeiðið við havbotnsmineralum á føroyska landgrunninum.