Tíðindaskriv frá Tutl Records:
Virðismet tað tú hevur
Terji Krossteig, sum er Abbasonur Jógvan á Toppafløtu, fekk íblástur til hetta lagi frá teimun ungu dugnaligu føroysku kvinnuligu tónlistakvinnunum. Serliga helt hann sangheitini hjá Daniu O. Tausen vera “mega feit”, sum hann sjálvur orðar tað. Lagið “Kann eg hava armin soleiðis her?” hjá Daniu setir ein spurning í heitinum, og tað helt Terji vera ein fantastiskur máti at mála myndir í høvdið hjá fólkum, longu áðrenn ein yvirhøvur hevur hoyrt sangin.
Hann gjørdi av at hann eisini vildi gera eitt líknandi (og langt) heiti og kom fram á útsagni “Hugsa tær at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag”. Við heitinum vónar hann at serliga tann føroyski lurtarin hugsar um hvussu heppin vit eru at liva her Føroyum og at vit kunnu fara í heitt brúsubað hvønn dag. Tað er ikki ein sjálvfylgja allastaðni. Tá hann síðan fór at leita eftir orðunum til sangin, fann hann íblástur í lagnum “Takk” hjá kvinnubólkinum HOYM (Elinborg Pálsdóttir, Lea Kampmann og Helga Ólafsdóttir), har tær takka fyri millum annað kertuljós, kóka vatn og bøkur. Smá ting, sum eru so stór. Tí setti eg hann sær fyri at skriva um tað sum hann er takksamur fyri. Tað at eiga góða heilsu, góðar vinir, at búgva í Føroyum og at kunna ganga túr í hesum vakra landi; at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag.
Enn eina ferð havi Terji fingið hjálp frá dugnaliga Ragnari Finsson at framleiða lagið. “Hann dugir so væl og far tað at ljóða so gott. Haldi sjálvur at tað er blivið ordiliga gott. So túsund takk fyri tað Ragnar. Eg eri ómetaliga glaður og takksamur fyri samstarv okkara.” – Terji
Lurta eftir Hugsa tær at vera so heppin at kunna fara í heitt brúsubað hvønn dag