Tilsamans 11 íðkarar hava meldað til kappingina – 7 menn og 4 kvinnur. Kappast verður um at gerast fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi hjá kvinnum og monnum.
Kappingin byrjar í kvøld kl. 18:30 í Gula skúla, gamla Argja skúla. Fyrsta venjingin fer fram í svimjihøllini, har svimjiførleikarnir hjá íðkarunum verða royndir saman við úthaldninum.
Í morgin, leygardagin, heldur kappingin fram. Kl. 10:00 verður onnur venjingin á Tórsbreyt, har ein stutt og skjót venjing er á skránni.
Frá kl. 12:00 heldur kappingin fram í Tvørmegi, har fýra ymiskar venjingar skulu avgreiðast. Kappingin verður væntandi liðug áleið kl. 17:00, tá fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi verða funnir.
Venjingarnar til kappingina síggjast á myndini.
Tað er ókeypis at hyggja til kappingina, og øll eru vælkomin at koma framvið.
