info
Ongi úrslit

Ari Olsen lagstur afturat A-landsliðshópinum

Fyrri dysturin í Baltic Cup 2026 verður leygardagin klokkan 16

Heri Simonsen
3. juni 2026 kl. 20:25

FSF skrivar:

Seint seinnapartin týsdagin kom manslandsliðið við Pärnu í Estlandi, har fyrri dysturin í Baltic Cup 2026 verður leygardagin klokkan 16:00

——————

Í løtuni leggja Eyðun Klakstein og hansara menn alla orku í fyrireikingarnar til Baltic Cup 2026.

Seint seinnapartin týsdagin kom føroyska ferðalagið uppá pláss í Pärnu, og mikudagin legðist Ari Olsen, ið spælir fyri Vendsyssel FF í Danmark, afturat hópinum. Skálamaðurin hevur spælt 16 U21-landsdystir fyri Føroyar, men hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin til A-landsliðið.

Umstøðurnar í Pärnu, sum liggur í útsynningspartinum av Estlandi, út ímóti Eystarasalti, eru góðar. Veðrið er gott, og sum heild eru allir væl fyri undan teimum báðum landsdystunum, ið standa fyri framman.

Tveir dystir eru á skránni næstu dagarnar. Tann fyrri verður spældur á Ranna Stadion í Pärnu leygardagin 6. juni klokkan 16:00, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Estlandi.

Seinna umfar í kappingini verður spælt týsdagin 9. juni, tá finalan og dysturin um 3. plássið eru á skránni. Hini bæði londini í kappingini eru Lettland og Litava.

Baltic Cup er liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum verður í heyst. Skrivar FSF. 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

5 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

5 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

5 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

6 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

6 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

8 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

8 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

8 tímar síðan