Sangurin hevur eitt »up tempo« lag, sum er lætt at taka til sín. Árni hevur sjálvur skrivað orðini, og sonurin Julian hevur gjørt lagið á sanginum. Sangurin hoyrist á øllum platformunum.
Julian Andreasen hevur staðið fyri upptøkum og mixing.
Árni Andreasen hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í fleiri áratíggju. Hann hevur millum annað spælt við Black Birds og saman við tvíburðabróðrinum Marnari, sála, í Juliannu Boys. Seinnu árini hevur hann samstarvað við sonin Julian um nýggjan tónleik, eitt nú sangirnar „Tá eg sá teg“ og „Vit vóru ung“.
Sangurin kann hoyrast her: https: