info
Ongi úrslit

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

Løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan skulu undir føroyskt ræði 1. januar 2028. Tjóðveldi metir árliga kostnaðin til 155 milliónir krónur og vil hava fleiri løgreglustøðir kring landið.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 21:13

Føroyar skulu sjálvar hava ábyrgdina av løgregluni, ákæruvaldinum og brotsmálaumsorganini, sum millum annað fevnir um fongsulsverkið.

Tað er endamálið við einum lógaruppskoti, sum seks tingfólk hjá Tjóðveldi løgdu fram á Løgtingi í dag.

Skotið verður upp, at málsøkini koma undir føroyskt ræði 1. januar 2028. Sambært uppskotssetarunum skal hetta geva landsstýrinum tíð at fyrireika yvirtøkuna og fáa fyrisitingarligu og praktisku viðurskiftini upp á pláss.

Føroyskir myndugleikar fáa ábyrgdina

Í praksis merkir uppskotið, at Løgtingið fær lóggávuvaldið á hesum økjum, og landsstýrið fær tær heimildir, sum í dag liggja hjá danska ráðharranum.

Verandi lógir skulu halda fram at galda eftir yvirtøkuna, men føroyskir myndugleikar fáa møguleika at broyta tær við løgtingslóg.

Tjóðveldi grundgevur millum annað við, at avgerðir um løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan eiga at vera undir føroyskari politiskari ábyrgd og eftirliti. Flokkurin finst at miðsavningini í donsku løgregluni og heldur, at hon hevur viknað nærveruna hjá løgregluni kring landið.

Vil hava løgreglustøðir aftur í økjunum

Í viðmerkingunum mælir Tjóðveldi til at skipa løgreglustøðir og lokalar leiðarar aftur í Vágunum, Sandoynni, Eysturoynni og Norðstreymi.

Flokkurin vil eisini menna eitt føroyskt fongsulsverk, so føroyskir fangar ikki verða sendir av landinum at sita dóm. Hetta kann sambært uppskotssetarunum bøta um bæði rættartrygdina og møguleikarnar hjá fangum at koma aftur í samfelagið.

Hetta eru málini, sum flokkurin leggur fram í viðmerkingunum. Sjálvur lógarteksturin snýr seg um at taka málsøkini undir føroyskt ræði og áseta dagin fyri yvirtøkuna.

Meta kostnaðin til 155 milliónir

Sambært tølum frá Ríkisumboðnum, sum verða endurgivin í uppskotinum, vóru samlaðu útreiðslurnar til løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan 140,6 milliónir krónur í 2024.

Uppskotssetararnir meta, at Føroyar eiga at seta av 155 milliónir krónur árliga frá 2028. Tá verður lagt upp fyri príshækkingum, lønarvøkstri, betri tænastu og fyrisiting í landsstýrinum.

Tjóðveldi vísir eisini á møguleikan at fremja yvirtøkuna í stigum eftir samráðingar við donsku stjórnina. Til dømis kann brotsmálaumsorganin takast heim fyrst og løgregla og ákæruvald seinni. Tá kann fíggingin útvegast yvir tvær ella tríggjar fíggjarlógir.

Vunnin rættindi hjá starvsfólkunum skulu sambært uppskotinum tryggjast.

Dómstólarnir eru eitt annað mál

Uppskotið fevnir ikki um at taka dómstólarnar undir føroyskt ræði. Tjóðveldi boðar tó frá, at flokkurin seinni fer at leggja fram uppskot um at taka arbeiðið við eini føroyskari rættarskipanarnevnd uppaftur.

Sum grundarlag fyri heimtøkuni vísir flokkurin til eina frágreiðing frá føroyskum og donskum embætisfólkum frá 2003. Sambært uppskotssetarunum ber til at keypa serfrøði uttanlands og skipa samstarv um torfør kanningar- og brotsmál.

Uppskotið er lagt fram av Høgna Hoydal, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Eiriki í Jákupsstovu, Liljuni Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vegna Tjóðveldi.

Málið er lagt fram, men hevur enn ikki verið til fyrstu viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

1 tími síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

3 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

5 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

5 tímar síðan
Tíðindi

Dómarin er av Malta

5 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi lands­apo­tek­ari ákærd­ur – krevja fongs­uls­revsing

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggir limir í stýrið fyri Dugna

6 tímar síðan
Fótbóltur

U21-landsliðið fær altjóða óroyndan dómara í Pärnu

6 tímar síðan
Tíðindi

Brúkaraprístalið er hækkað 2,5 prosent

6 tímar síðan