Í kvøld brast fyri nev hjá Trygva Hávardssyni og liðfeløgunum HK í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
HK ferðaðist úr Kópavogi út til Heimey at spæla dyst móti ÍBV. Í teimum allarseinastu sekundunum tók Trygvi Hávardsson og meddaði til frá miðjum vølli og sendi bóltin í kassan til endaligu støðuna 35-34 til HK, ið harvið hevur tryggjað sær fyrstu stigini hetta kappingarárið. Í steðginum var støðan 21-19 til HK.
Trúgvi var eisini toppskjútti hjá HK í kvøld. Hann skoraði 10 mál upp á 12 málroyndir, og hann legði eisini upp til fimm mál.
Tey 15 málstigini hjá Trygva vóru eisini orsøkin til, at hann var staðfestur at vera dagsins leikari.
Í Heklu høllini í Garðabær var føroyingauppgerð, har Stjarnan, ið er liðið hjá Tóka Fríðrikssyni tók móti liðnum hjá Dánjali Ragnarssyni, Fram.
Stjarnan vann greiðan 37-29 (17-15) sigur. Tóki skoraði eitt mál, ið gjørdist einasta føroyska málið í dystinum.
Aftaná fýra leiktar dystir hevur Fram fýra stig, meðan Stjarnan hevur trý stig.