Hægri hiti kann elva til 451.000 andlát kring heimin frá september til februar. Tað vísir ein meting frá granskingareindini Climate Impact Lab á University of Chicago.
Hitavøksturin stavar í stóran mun frá veðurlagsfyribrigdinum El Niño, sum væntast at verða serliga sterkt næstu mánaðirnar.
– El Niño flytur okkum í roynd og veru inn í framtíðina og útsetur okkum fyri hita, sum ikki verður vanligur fyrr enn um tvey áratíggju – áðrenn vit hava havt tíð at laga okkum til og verja okkum, skriva granskararnir í frágreiðingini.
Serliga á sunnaru hálvkúlu og nærindis miðkringinum væntast hitin at elva til fleiri andlát næsta hálva árið.
Fimm lond serliga hart rakt
Nigeria, Indonesia, Sudan, India og Brasil eru tey londini, har flest fólk sambært metingini kunnu doyggja av hitanum frá september til februar.
Í Nigeria einsamøllum kann talið verða um 31.400 fólk.
Granskararnir leggja tó dent á, at metingin kann brúkast til at seta átøk í verk í teimum økjunum, sum væntast at verða harðast rakt. Soleiðis kann talið á deyðum verða lægri enn mett.
– Greiningin vísir á tey økini, har flest væntast at doyggja av ógvusligum hita, og har skjót átøk tí hava størstan møguleika at bjarga mannalívum, skriva teir.
Hóast metingin bert fevnir um tíðarskeiðið til og við februar, vænta granskararnir, at El Niño fer at ávirka veðrið heilt fram til næsta summar.
Heitari sjógvur broytir veðrið
El Niño er knýtt at høgum sjóvarhita í Kyrrahavinum nærindis miðkringinum. Heitari sjógvurin førir vanliga til hægri lofthita, meira regn í summum økjum og minni regn aðrastaðni.
Fyribrigdið varir vanliga í níggju til tólv mánaðir og kemur við tveimum til sjey ára millumbili.
Seinasta El Niño var í 2023 og 2024. Tað verður mett at hava verið viðvirkandi til, at 2023 gjørdist næstheitasta árið, ið er skrásett, og 2024 tað heitasta á heimsvísu.
/Ritzau/