Tað gjørdist ein undirhaldandi dystur á Ullevaal í Oslo í kvøld, tá Noreg og Danmark settu hol á Nations League. Danmark javnaði til 2-2 eftir eina ringa byrjan, men í seinna hálvleiki avgjørdi Erling Haaland dystin við seinna máli sínum.
Noreg byrjaði greitt betur og legði seg á odda eftir 13 minuttir. Danska verjan fekk ikki ruddað bóltin burtur, og tá Rasmus Højlund misti hann, sendi Martin Ødegaard Oscar Bobb avstað. Hann skoraði við einum fløtum skoti framvið Oliver Provstgaard og málverjanum Filip Jørgensen.
Bert fýra minuttir seinni økti Haaland til 2-0. Antonio Nusa slapp framvið Rasmus Nissen Kristensen í vinstru síðu og legði bóltin til norska málskjúttan.
Danmark var illa fyri, men eftir 25 minuttir minkaði Mikkel Damsgaard um munin. Hann sendi eitt beinleiðis fríspark upp um norska múrin og í málið, meðan Ørjan Nyland stóð sum negldur.
Stutt fyri steðgin forðaði Filip Jørgensen við einari góðari bjarging fyri, at Patrick Berg økti um norsku leiðsluna.
Eftir steðgin kom meira ferð og ágangur í danska spælið. Danmark trýsti Noreg aftur á vøllin, og eftir umleið ein tíma kom útjavnandi málið.
Morten Hjulmand vann ein skallabólt eftir hornaspark. Nyland bjargaði fyrstu royndini, men Højlund var fyrstur á returinum og stútaði bóltin í málið til 2-2 framman fyri fegnu donsku áskoðarunum.
Danska framgongdin helt tó ikki fram. Í 74. minutti skoraði Noreg aftur eftir hornaspark, og Haaland sendi bóltin flatt í málið til 3-2. Hetta var landsliðsmál nummar 64 í 56 dystum hjá honum.
Danski landsliðsvenjarin, Brian Riemer, royndi at broyta dystin við fleiri útskiftingum, men Noreg endaði betur og tryggjaði sær øll trý stigini.
Danmark fær longu sunnudagin høvi at vinna fyrstu stigini í bólkinum, tá Wales vitjar í Parkini.
Kelda: Ritzau
-
©