Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið áttanda EM-undankappingardystin í undanbólki C.
Dysturin verður leiktur á Pärnu Rannastaadion leikvøllinum, har Estland verður mótstøðuliðið.
Rás1 hjá Televarpinum vísir dystin.
Tá Føroyar og Estland hittust á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík 7. juni í fjør vunnu Føroyar 2-1. Johan Josephsen javnaði fyri Føroyar í 73. minutti, og Áki D. Samuelsen skoraði sigursmálið upp á brotsspark í yvirtíðini.
Undan dystinum í Pärnu hava Føroyar níggju stig, meðan Estland bert hevur tvey stig.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Hjá onkrum hella oddsini eitt pinkalítið vet til ein føroyskan útisigur.
Oddsini upp á estiskan heimasigur liggja millum 2,50 og 2,85.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,44.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 2,33 og 2,65.
HER eru oddsini:
-
©