Í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19 verður fyrilestur í Vesturkirkjuni um støðu teirra kristnu í Íran.
Fyrilestarhaldarin, Dariush Golbaghi, er irani og arbeiðir fyri tey kristnu í landi sínum.
- Tað er stórur áhugi fyri kristnu trúnni í Íran á okkara døgum, og nógvir muslimar hava tikið við kristnari trúgv.
Prestur veit at siga, at sambært heimasíðuni - opendoors.fo - kúga myndugleikarnir kristin hart og systematiskt.
- Teir síggja kirkjuna sum eina hóttan frá vesturheiminum at undirgrava teirra islamiska stýri.
Sagt verður, at nógv á okkara leiðum hava hoyrt um almenn mótmæli frá kvinnum ímóti órættvísi og ynski sum frælsi.
Dariush Golbaghi arbeiðir millum kristin í Iran í dag, og hann kennur væl viðurskifti teirra.
- Leygarkvøldið verður høvi at seta honum spurningar. Drekka verður eisini aftaná, har til ber at hitta Darish, sigur prestur.
Tað er Open Doors skipar fyri, sum skipar fyri.