Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur veitt honum vissu fyri, at Ukraina fær loyvi at framleiða Patriot-rakettir til landsins loftverju.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í dsg.
- Á okkara fyrra fundi gav Trump mær vissu fyri, at hann hevur tikið endaliga støðu, og at vit fáa loyvi at framleiða hesar rakettir til okkara loftverju, sigur forsetin.
Sagt verður, at amerikanski forsetin kom við einum líknandi lyft í juli, men tá broytti hann støðu.
- Hetta er eitt heilt serstakt vápn, og vit mugu ansa eftir, hvør fær loyvi at framleiða hesi vápn, segði Donald Trump stutt eftir, at hann hevði givið Ukraina hetta lyftið.
NRK veit at siga, at ukrainska loftverjan hevur havt trupulleikar við at skjóta niður russiskar dronur og rakettir, tí vápnagoymslurnar gingu undan.