SpaceX hevur á fyrsta sinni fangað sjálvt rúmdarfarið Starship, eftir at tað hevði verið í ringrás um jørðina. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Starship varð skotið upp úr Texas fríggjadagin. Á ferðini setti rúmdarfarið 26 Starlink-fylgisveinar út í umleið 260 kilometra hædd, skrivar Reuters.
Leygardagin tendraði Starship ein av motorunum, áðrenn tað fór niður ígjøgnum lofthavið. Stutt fyri lending vórðu tríggir motorar tendraðir afturat, so farið kundi rætta seg upp í loddrætta støðu og stýra móti útskjótingarpallinum. Tá tað hekk í luftini við tornið, tóku teir báðir armarnir ímóti tí.
-
©
Vil endurnýta bæði rúmdarfar og lyftirakett
Lendingin er eitt týðandi stig í arbeiðinum hjá SpaceX við at menna eina rakettskipan, sum kann brúkast aftur og aftur. Endamálið er at stytta tíðina millum ferðirnar og lækka kostnaðin við hvørjari uppskjóting.
SpaceX royndi eisini at fanga lyftirakettina, sum bar Starship upp fríggjadagin. Fáar minuttir eftir uppskjótingina kom tó ein trupulleiki í, og rakettin varð í staðin stýrd niður í Meksikoflógvan.
SpaceX hevur sostatt enn til góðar at fanga bæði lyftirakettina og rúmdarfarið á somu ferð. Felagið arbeiðir eisini við at menna nýggjar plátur til hitaverjuna á Starship, so minni umvæling verður neyðug millum ferðirnar.
/ritzau/