Ein dystur var seinnapartin leiktur í SMS-deildini.
Í høllini í Vestmanna tók VÍF móti Stjørnuni. Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst, men so gjørdist ikki.
Stjørnan vann stórsigur 33-22 á VÍF. Klaksvíkskvinnur gjørdi arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Stjørnan á odda 23-11.
Bára Holm í Innistovu og Sára Sundstein Lagos vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá VÍF. Við átta málum var Mina Sirdal Henriksen toppskjútti hjá Stjørnuni.
H71 og Stjørnan eru fremst í deildini við 14 stigum hvør. Neistin hevur 11 stig, og VÍF og EB hava 10 stig hvør. StÍF hevur trý stig, meðan Kyndil er aftast við tveimum stigum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og Stjørnuna:
-
©