Adrian R. Justinussen var á vøllinum seinasta korterið av dystinum, tá lið hansara, AC Horsens sunnudagin tapti 0-1 fyri Viborg FF á Energi Viborg Arena. Heimaliðið skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
AC Horsens er nummar sjey í donsku superliguni við 16 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri OB, ið er á gylta sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Farna vika var soltin hjá AC Horsens, ið upplivdi farna mikudag at tapa 0-1 fyri Brabrand úr triðbestu deildini í áttandapartsfinaluni í steypakappingini.
Sunnudagin klokkan 13 spælir AC Horsens dyst á útivølli móti verandi meistarunum, AGF.