Trúgvi Hávardson og liðfelagarnir í HK eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Samstundis er liðið hjá Jóhannes Bjørgvin og Tóka Fríðrikssyni, Stjarnan undir niðurflytingarstrikuni.
Trúgvi og liðfelagarnir í HK vunnu í Kórinn høllini í Kópavogi stórsigur 34-22 á Selfossi. Í steðginum var HK á odda 16-10.
Trúgvi skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hann legði upp til fýra mál.
HK er triðaftast í deildini við seks stigum.
Stjarnan tapti í Íþróttamiðstöð Vestmannaeyja í Heimey 26-31 fyri ÍBV. Stjarnan var annars á odda 18-16 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk illa hjá teimum at skjóta mál. Jóhannes og Tóki skutu eitt mál hvør í dystinum.
Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum.