info
Ongi úrslit
Norska løgreglan eigur myndina av bátinum, sum er farin í tvey. Sagt hevur verið, at báturin var heilur, tá hann var funnin, men fór í tvey, tá hann skuldi takast upp úr sjónum

Ein vika eftir vanlukkuna: Leitað hevur eisini verið í dag

Átaksleiðarin, Sindre Molnes, sigur, at ætlanin er at gera onkra roynd aftrat í vónini um at finna onkran av teimum saknaðu

Vilmund Jacobsen
25. september 2026 kl. 20:28

Tað er ein vika í dag, síðan fýra ferðamenn - ella turistar, sum onkur vildi sagt - leigaðu sær ein bát í Noregi til ein fiskitúr.

Teir vóru partur av einum ferðalagi úr Kekkia sum taldi átta, tá ferðalagið kom til Noregs.

Tá teir fýra menninir ikki vóru komnir til lands aftur, tá kvøldið kom, varð leiting sett í verk, og nú ein vikan er umliðin, hevur aftur verið leitað við dronum í dag.

Sama kvøld, sum teir fýra vórðu saknaðir, varð báturin, sum teir høvdu verið í, funnin holvdur, og ein av monnunum varð funnin druknaður.

Eingin av hinum trimum er funnin, men norska løgreglan hevur mist alla vón um, at nakar kann vera á lívi nú.

Hugt hevur verið eftir, hvussu rákið var hetta kvøldið, teir fóru út at fiska, og síðan hevur verið leitað, bæði á sjógvi og landi, og leitaå hevur eisini verið við dronum fram við landi.

Men, higartil hevur øll leiting verið úrslitaleys.

Átaksleiðarin, Sindre Molnes, sigur við tv2.no, at ætlanin er at gera onkra roynd aftrat í vónini um at finna onkran av teimum saknaðu.

- Tað verður leitað meira, men hetta avhongur av ymiskum viðurskiftum, eitt nú veðri og vindi, sigur átaksleiðarin í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

TTH Holstebro vann annan dystin á rað

14 minuttir síðan
Tíðindi

Barði framvegis í Havn meira enn tríggjar mánaðir eftir eldin

37 minuttir síðan
Tíðindi

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

1 tími síðan
Tíðindi

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bergsøy tapti stórt fyri oddaliðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Næsta hækking av pensjónsaldrinum verður í fyrsta lagi í 2040

3 tímar síðan
Tíðindi

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

3 tímar síðan
Tíðindi

Hans Ellefsen fingið ársins miðlaheiðursløn

3 tímar síðan
Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

5 tímar síðan